Vinnari funnin

Vinnarin av kappingini um eitt gávukort frá Føroya Pedagogfelag í novembur mánaða gjørdist Símin Ósá.

Eftir lutakast millum øll sum luttóku, so var tað Símin sum fær gleðina av gávukortinum til Atlantic Airways áljóðandi 2000 krónur.

Jógvan Philbrow, formaður í Pedagogfelagnum, handaði honum gávukortið í skrivstovu síni í dag.

Omanfyri 700 limir í felagnum luttóku í kappingini, og vil Pedagogfelagið takka fyri stóru undirtøkuni.

Ein fegin Símin ætlar sær at brúka gávukortið til ein túr saman við konuni í februar. Vit ynskja teimum góðan túr!