Vit eiga at snakka um tingini

Eitt vælvirkandi fólkaræði krevur, at fólk samskifta, at hugskot verða framborðin, vekta og umrødd – og tey bestu verða sett í verk, okkum øllum at frama.

Men soleiðis verður ikki gjørt. Skipanin tykist vera meira upptikin av íblástri úr partapolitiska heiminum, har vald fram um skil avgerð um eitt hugskot vinnur frama. Hetta merkir ikki, at bestu avgerðirnar vera framdar, oftani eru tað tey heilt vánaligu hugskotini, sum vinna frama. Og tað svíða vit øll fyri – týðuligt dømi er á bústaðarøkinum. Týðuligt dømi er eisini starvsfólkatrotið á umsorganar- og menningarøkinum.

Dagstovnaøkið og serøkið (Almannaverkið) hava í fleiri ár ligið undir starvsfólkatrotið, og seinastu árini sæst sama rák á eldraøkinum.

Fakfeløg tykjast vera uppfatað sum afturhaldandi, sum haft um beinini á almennum stjórum, fyritøkum, leiðslum og ikki minst partapolitisku skipanini. Áhaldandi boðskapurin frá m.a. Pedagogfelagnum, at neyðugt er at hugsað um hvussu vit fáa lokkað fleiri fólk inn á økini, verður bara sæddur sum grenj. Ein forðing fyri næstu lokalu politisku verkætlanini.

Framburður hevur tó verið, hóast tað gongur alt ov seint. Vit hava sæð, at lógarverkið rundan um dagstovnaøkið legði virksemið á dagstovnunum í nøkulunda tryggar karmar. Tó er tað er torført, um ikki ómøguligt hjá kommunum at liva upp til krøvini. Og hóast fleiri eru sloppin inn at lesa til námsfrøðing síðani 2000, er tørvurin framvegis ovurhondsstórur, og er als ikki nokk gjørt fyri at hava fleiri tøk pláss til námsfrøðilesandi. 

Á almannaøkinum er nýggjasta lógin um almannatrygd og tænastur (Vælferðarlógin) eisini eitt frambrot, har krøv vera sett til innihaldið, tó tað eisini her er ógjørligt hjá Almannaverkinum at liva upp til krøvini, tí hvørki starvsfólk ella umstøður eru givnar at røkka endamálunum í lógini. Eitt endamálið um, at øll skulu kunna liva eitt so innihaldsríkt og sjálvstøðugt lív sum gjørligt.

Ja, vit fakfeløg eru sett í verðina at røkja áhugamálini hjá okkara limum, og eitt av teirra áhugamálum er at kunna gera eitt so gott arbeiði sum til ber. Tað gera tey sjálvandi undir givnum umstøðum. Tað kundi tó verið so nógv betur fyri børn og borgarar í landinum yvirhøvur, um starvsfólkini fingu betri umstøður og møguleikar at røkja sítt starv.

At fleiri ikki fáa arbeiðslív, familjulív og frítíðarlív at hanga saman, er í stóran mun eitt úrslit av, at arbeiðsumhvørvið og umstøður ikki verður raðfest. Er nøkur logisk forkláring uppá hví tað ikki verður raðfest?

Ítøkiliga kundi verið hugt eftir hvussu arbeiðsvikan er skipað, hvussu uppgávurnar vera býttar og hvussu arbeiðsdagurin er skipaður. Vit kundu eisini lært okkurt av koronu og tað, at vit sum samfelag settu ferðina niður – tað var ikki bara keðiligt.

Fyrst og fremst er neyðugt, at vit øll snakka meira um viðurskiftini og viðgera møguligar loysnir, fyri síðani at velja tær røttu loysnirnar. Loysnir, ið ikki vera settar í verk fyri at røkja lokal politisk áhugamál, men samfelagnum at frama.

Frá mínum sjónarhorni er púra vist neyðugt at útbúgva fleiri námsfrøðingar komandi árini – men tað er eisini neyðugt at gera tað liviligari fyri starvsfólkini á umsorganarøkinum.

Fyrst og fremst mugu vit tora at snakka um tingini – har fleiri sleppa at leggja loysnir fyri dagin. Her er tað, at bæði kommunalu- og landspolitikkarar hava eina serliga skyldu at skapa rúm fyri samtaluni um, hvussu og hvat skal til fyri at vit kunnu veita bestu tænastuna.

Jógvan Philbrow, formaður Føroya Pedagogfelag