Bjarni Beder, námsfrøðingur og frítíðarskúlaleiðari, bjóðar av á nevndarvalinum. Hann vil millum annað arbeiða fyri, at barnagarðarnir altíð hava eitt hóskandi tal av børnum, fyri betri løn og viðbótum og endurskoðaðari arbeiðstíð. Eisini vil hann lækka limagjaldið

Sum eitt av størstu yrkisfeløgunum í Føroyum er tað sjálvsagt, at Føroya Pedagogfelag altíð arbeiðir fyri tær, fyri tíni áhugamál, tín tørv og ikki minst tíni rættindi.

Framtíðin hjá Føroya Pedagogfelag skal byggja á álit, opinleika og samstarv – ja, tað ljóðar helst slitið, men eg meini tað, og hesum fari eg at virka fyri, um tú sum limur sýnir mær tað álit at velja meg í nevndina í felagnum.

Vit hava eitt gott og á nógvum økjum virkið felag, men treyðugt so, ábøtur og broytingar eru eisini neyðugar.

Í lógum felagsins stendur, at endamál felagsins millum annað er

“at virka fyri, at fólk við pedagogútbúgving verða sett í øll størv, hvørs uppgáva er at menna børn og ungfólk, eins og tilkomin, sum hava tørv fyri pedagogiskari menning”.

Hetta skal ikki bara verða føgur orð.

Tað skal miðvíst arbeiðast fyri hesum. Tað tekur tíð, og samstundis skal tú sum limur verjast í tínum arbeiðsviðurskiftum.

Øll við áhuga í námsfrøðiliga yrkinum vita, at tað er stórt trot á yrkisfólki á námsfrøðiliga starvsøkinum.

Nevnda endamál felagsins skal fylgjast, men tað er ikki nóg mikið av námsfrøðingum til øll størvini, og tí er neyðugt við øðrum væl skikkaðum starvsfólki á økinum, so námsfrøðiliga arbeiði verður útint á nøktandi stigi. Og her er talan um tykkum hjálparfólk, sum í løtuni virka, og sum í framtíðini fara at virka á námsfrøðiliga økinum, og tað týðandi arbeiði, sum tit gera so væl.

Tú námsfrøðingur, ið hevur eina sera týdningarmikla útbúgving at brúka á einum so týdningarmiklum øki, tú ert ein avgerandi partur í menningini av Føroya landi. Í tínum starvi skalt tú sambært lóg menna og menta komandi ættarlið í Føroyum.

Námsfrøðiliga starvsøkið

Seinastu árini eru alsamt fleiri forskúlar settir á stovn. Forskúlarnir eru komnir fyri at verða, og fleiri námsfrøðingar arbeiða eisini har.

Ein stór avbjóðing við forskúlunum í løtuni er tó, at nógvastaðni kenna foreldrini seg noydd at taka børnini úr barnagørðunum sum 5-6 ára gomul og lata tey byrja í skúlaskipanini, tí onki alternativ er. Eg hugsi, at hetta kann fáa stórar avleiðingar fyri barnagarðarnar og tískil eisini fyri teg sum starvsfólk í barnagarði. Tí í ringasta føri, kunnu fækkandi barnagarðsbørn gera, at tað verður trupult at fáa starv á barnagarðsøkinum nógvastaðni.

Hetta kann ikki halda fram á henda hátt, og tí skal Pedagogfelagið í samráð við arbeiðsgevararnar virka fyri, at barnagarðarnir altíð hava eitt hóskandi tal av børnum og tískil eisini møguleika fyri at bjóða tær at arbeiða á barnagarðsøkinum.

Námsfrøðiliga økið er ikki bara á smábarnaøkinum. Limir í Føroya Pedagogfelag arbeiða á sera nógvum økjum. Nógvir limir arbeiða millum annað á sosialnámsfrøðiliga økinum, eins og støðugt fleiri námsfrøðilig starvsfólk arbeiða í skúlaverkinum.

Sum limur er tað mín fatan, at sosialnámsfrøðiliga økið verður alt ov lítið umrøtt. Hetta økið eigur Pedagogfelagið altíð at leggja stóran dent á. Tí allir limir felagsins skulu hava somu skyldur og rættindi.

Tað gleðir meg at síggja, at tað verður gjørt støðugt meira burtur úr at menna frítíðarskúla- og ungdómsøkið runt um í kommununum. Hetta er gleðiligt, og Føroya Pedagogfelag skal fylgja væl við í hesum og vera ein aktivur viðleikari í at menna økið.

Í Føroya Pedagogfelag eru eisini fleiri limir, ið eru í ymiskum leiðandi størvum.

Tað skal einki ivamál vera um, at tað skal loysa seg hjá øllum at vera limur í felagnum, eisini hjá tær, sum er í leiðandi starvi.

Løn og arbeiðstíð

Rættindini hjá tær sum limi fara altíð at standa fremst í mínum huga.

Aðalmálið er, at tú skalt hava munandi lønarhækking næstu árini, og felagið skal framhaldandi aktivt virka fyri at endurskoða arbeiðstíðina.

Viðbøturnar fyri ólagaliga arbeiðstíð eru láturligar, sum er. Tað eru sera nógvir limir, ið arbeiða uttan fyri vanliga arbeiðstíð, men hetta loysir seg snøgt sagt ikki, tí viðbótin er alt ov lág. Eisini her skulu vit arbeiða hart fyri bata.

Fyrireikingartíðin er skjalfest í sáttmálanum fyri námsfrøðingarnar, hetta skal virðast og batar skulu gerast, so allir námsfrøðingar hava møguleika at fyrireika seg til heimsins týdningarmiklasta starv.

Limagjaldið skal endurskoðast

Tað er aðalfundurin, sum ásetir og broytir limagjaldið. Eg haldi, at tíðin er búgvin, at arbeiða fram ímóti at gera eina lógarbroyting, har ásetanin av limagjaldi verður hugsað av nýggjum.

Limagjaldið kann lækka 0,2 prosentstig, soleiðis at 1,6 prosent av lønini verður goldið í limagjaldi. Síðani skal eisini eitt hámark setast fyri limagjaldinum, ið samsvarar við lægst lønta arbeiðsøki/heiti. Tað merkir, at hjálparfólk í mesta lagi skulu gjalda limagjald samsvarandi stigunum 2 og 3. Námsfrøðingar skulu ongantíð gjalda meira í limagjaldið enn samsvarandi stigi 11, meðan leiðarar í mesta lagi gjalda limagjald samsvarandi stigi 25. Og limagjald skal ikki gjaldast av viðbótum fyri ólagaliga arbeiðstíð.

Við einari sovorðnari loysn, hevði felagið tikið eitt tak fyri allar sínar limir, tí talan hevði í roynd og veru verið um eina lønarhækkan. Men ikki minni hevði broytingin vónandi havt við sær, at limirnir fara at støðast betur á tí námsfrøðiliga yrkisøkinum.

Eg veit, at løtuavleiðingin av hesi broyting hevði verið, at minni kom inn í limagjaldi. Men um avleiðingin verður, sum eg vænti, at limirnir fara at arbeiða longur á námsfrøðiliga økinum, so verður tað meira goldið inn seinni í arbeiðstíðarskeiðnum.

Tú hevur eina góða og týdningarmikla vitan Aðalfundurin hevur samtykt, at hjálparfólka- námsfrøði- og leiðararáð skulu vera knýtt at felagnum. Eisini er samtykt, at møguleiki er at hava ymiskar fakligar áhugabólkar. Við hesum er eisini breiðari atgongd hjá limunum at hava ávirkan í felagnum.

Føroya Pedagogfelag skal vera eitt sjónligt og gott yrkisfelag, og vit skulu hava sjónligar limir.

Føroya Pedagogfelag – fyri teg, og uttan ivamál

Sum limur skalt tú altíð vita, at Føroya Pedagogfelag er fyri teg. Sum limur skalt altíð kenna teg væl at siga tína hugsan bæði alment og við nevndina.

Føroya Pedagogfelag er ikki ein formaður, ein nevnd og ein umsiting.

Føroya Pedagogfelag er tú og tínir starvsfelagar, har formaður, nevnd og umsiting varða av tínum viðurskiftum.

Vit hava eina góða álitisfólkaskipan, ið framhaldandi skal styrkjast, soleiðis at álitisfólkini altíð eru lærd í viðkomandi viðurskiftum.

Sum starvsfólk á námsfrøðiliga økinum skal tað ongantíð vera nakað ivamál, um tú skal vera limur í felagnum ella ikki. Tí vit hava skyldu at sýna hvørjum øðrum samhaldsfesti á økinum. Men felagið skal harafturat arbeiða so íðiliga fyri at tryggja øllum so góðar sømdir og viðurskifti, at limaskapur eisini av tí orsøk altíð verður ein sjálvfylgja.

Um hetta ikki eydnast, er næsta stig – enn einaferð at endurskoða bygnað felagsins.

Eg vil nýta høvið, at ynskja Jógvani Philbrow góða eydnu sum forfólk komandi trý árini, og somuleiðis ynski eg okkum øllum, Anniku, Gunnvá, Nikkili og Tóru góða eydnu við nevndarvalinum.

Bjarni Beder, frítíðarskúlaleiðari, valevni til nevndina