Í hesum teiginum er møguleiki at lesa um møguleikar og tilboð til limir í Føroya Pedagogfelag.

Føroya Pedagogfelag er skapt og verður borið á herunum hjá limunum. Saman hava vit stríðst fyri okkara rættindum.

Felagið samráðist um tína løn á námsfrøðiliga økinum, vegleiðir og ráðgevir um tíni starvsviðurskifti og er altíð til reiðar at kempa fyri tín rætt á arbeiðsmarknaðinum.

Kósin verður sett á árliga demokratiska aðalfundinum. Tit limir seta dagsskránna. Ynskir og virksemi verða stungin út í kortið, nevnd verður skipað, ráð verða mannaði, og avriksmál verða sett til nevnd, umsiting og ráðgevar at útinna. Meira orku limirnir leggja í felagið – sterkari verða vit. Umsitingin er fakligani sterk, og við 35 árum á baki hevur hon arbeitt upp servitan innan arbeiðsrættarlig viðurskifti á námsfrøðiliga økinum, sum ikki kann fáast ráðgeving um aðrastaðni. Umsitingin er her bara fyri tína skuld.

Álitisfólkaskipan: Arbeiðsgevarirnir og Pedagogfelagið hava avtalu um, at har 3 limir, ella fleiri arbeiða, kunnu starvsfólkini velja sær álitisfólk.

Uppgávan hjá álitisfólkinum er greina í “Álitisfólkaavtaluni“. Stutt endurgivið her:
Stk. 5. Álitisfólk hava eins og leiðslan – skyldu til at ansa eftir at lógir, sáttmálar og aðrar avtalur, ið eru galdandi fyri arbeiðsplássi verða yvirhildnar. Álitisfólkið, ið er talsmaður limanna, hevur saman við leiðsluni ábyrgd av, at limirnir verða kunnaðir og tiknir við í ráðum um mál, ið viðvíkja arbeiðsplássinum.
Stk. 6 ….. Álitisfólk skal vera ráðgevandi fyri leiðslu og limir um arbeiðsviðurskifti, rættindi og skyldur. Álitisfólkið hevur skyldu at kunnað limirnar á stovninum og Føroya Pedagogfelag um øll viðurskifti, ið viðkoma teimum.
Stk. 7. Tá talan er um setan ella uppsøgn av starvsfólki, skal leiðslan samráðast við álitisfólkið á avvarandi deild. Verða starvsfólk uppsøgd, skal hetta fráboðast felagnum. Verða partarnir ikki samdir í uppsagnar- ella setunarmálum, skal álitisfólkið leggja málið fyri felagið.
Stk. 8. Álitisfólkið skal uttan lønarmiss – í samráð við arbeiðsplássið – í arbeiðstíðini hava rætt til at taka sær av málum, ið viðvíkja starvsfeløgum ella arbeiðsviðurskiftum….



Álitisfólki er álitisfólk fyri allar limirnar, sum eru á arbeiðsplássinum. Hjálparfólki, námsfrøðingin og leiðsluna.

Við teimum 130 álitisfólkunum hava limir, umsiting og nevnd eina kraftmikla skipan at samskifta við allar limirnar, og eina skipan at verja og styrkja rættindi hjá limunum.

Álitisfólki og varaálitisfólki er valt fyri eitt 2 ára skeið. Álitisfólki verður ikki lønt, men skal ikki líða lønarmiss frá arbeiðinum.

Føroya Pedagog veitur endurgjald fyri ferðaútreiðslur í samband við álitsfólkafundir. Álitisfólk møtast við nevndini á felagsfundi áleið 4 ferðir um árið.

Trygging: Føroya Pedagogfelag bjóðar øllum limum góða samlagstryggingtrygging. Les meiri undir teiginum “Trygging og eftirløn“.

A&U grunnur: Endamálið við grunninum er at stuðla limum felagsins undir aktión/verkfalli. Tí verður grunnurin eisini nevndur “Verkfalskassin”. Harumframt at veita limum felagsins fíggjarligan stuðul til at granska, styrkja og breiða kunnleika og fatan fyri tí pedagogiska arbeiðinum.

A&U grunnurin hevur t.d. latið stuðul til verkætlanir, skipa fyri fakfagnaði, kjakkafé, og bjóðar regluliga limum sínum viðkomandi skeið.

Les meiri um grunnin her: ReglugerðReglur fyri veitan av stuðli.

Faklig ráð:

Fakligir áhugabólkar:

Hjásiti til truplu samrøðuna:

Stuðul til sálarfrøðing: Sum limur í Føroya Pedagogfelag, kanst tú fáa stuðul til sálarfrøðing (rokning goldna). Meginreglan fyri stuðli er, at tað er arbeiðsgevarin ið eigur rokningina, í samband við gerandisstøður í arbeiðinum. T.d. bygnaðarbroytingar, samstarvstrupulleikar millum starvsfólk og foreldur/avvarandi o.s.fr.

Felagið hjálpir liminum við at:
– Í fyrsta lagið. Verða hjásitið til samrøðu við arbeiðsgevara, har útgreina/tosað verður um tørvin á sálarligari hjálp.
– í øðrum lagið. Vegna limin, samskifta við arbeiðsgevarin um sálarliga hjálp.

Stuðulin frá felagnum verður veittur í heilt serligum umstøðum, t.d. tá eingin arbeiðsgevari er, í samband við brádliga íkomna støðu har limur fer úr, ella verður koyrdur úr starvinum ella tá arbeiðsgevarin longu hevur givið hjálp, men limurin følir tørv á meiri hjálp.

Stuðulin verður veittur soleiðis:
Pedagogfelagið veitir limum fígging til sálarliga samrøðuhjálp svarandi til 100 % av einari samtalu/rokning, býtt á í mesta lagið 2 samrøður (dømi: 1x 100% ella 2x 50%). Samrøðurnar skulu ikki verða longur enn 1 mðr. ímillum.

Limurin skal altíð kontakta felagið fyrst, áðrenn hann/hon setir seg í samband við sálarfrøðing.

Limurin skal senda umsitingarleiðara felagsins avrit at rokning skjótast gjørligt hendan er móttikin. Her skal greitt verða víst á, um limurin vil hava endurgjald fyri 100% ella 50% av rokningini.