Summar og feriulegur

Gjald fyri summar og feriulegur/ sí áseting í sáttmálanum. §12. Gjald fyri summar- og frítíðarlegur (Sáttmálin fyri pedagogar)

Felagið fær nógvar fyrispurningar um løn og eykaviðbót , tá limirnir fara á summar- og feriulegur. Tað vísir seg ofta at greinin í sáttmálanum um summar- og feriulegur verður tulkað ymiskt og oftani misskild.

Felagið skal tí hervið útgreina, hvussu greinin skal umsitast og skiljast:

Løn undir leguni. Løn verður latin fyri 8 tímar fyri hvønn byrjaðan legudag. – viðmerkjast skal, at øll starvsfólk, sum eru við á leguni fáa løn fyri 8 tímar eisini tey sum vanliga arbeiða niðursetta tíð.

Leguviðbótin er fyri hvønn byrjaðan legudag kvøldviðbót fyri 16 tímar – Kvøldviðbótin er pr.1.10.2018  Kr. 27,23

Um legan fellur á leygar- sunnu- og halgidagar ella ein serstakan frídag er viðbótin tann dupulta.

Viðmerkjast skal, at tann tíðin ein er til arbeiðis, áðrenn farið verður á legu og tá ein kemur aftur av legu er, at rokna sum eyka arbeiðstíð útyvir 8 tíma dag, tvs. at um:

farið verður á legu
ein týsdag kl.10.00 og starvsfólkini møta kl. 8.00 gevur hetta 2 eyka yvirtímar (2 x 1,5) = 3 tímar

komið verður aftur av legu
fríggjadag kl.13.00 og farið verður heim kl.16.00 gevur hetta 3 eyka yvirtímar (3 x 1,5) = 4,5 tímar

Eyka frívikan:

Galdandi frá 1.jan.2004 hava limir rætt til eina serstaka fríviku – Henda frívíka hevur serligar reglur og er ikki tengd at Frítíðarlógini.

Reglurnar finna tit á heimasíðuni undir ”Sáttmálar” / avtala um serstaka frívíku.

Hvør tekur avgerð um, nær frítíðin skal haldast? Sambært frítíðarlógini er tað arbeiðsgevarin, sum í samráð við løntakaran ásetur nær frítíðin skal haldast.

Tó verður ásett í lógini, at minst 24 dagar av frítíðini skulu gevast samanhangandi í tíðarskeiðnum millum 2. mai og 30. september.

Rættur arbeiðsgevarans at taka endaliga støðu til nær summarfrítíðin skal takast merkir eisini, at um arbeiðsplássið steingir ávísa tíð, hevur løntakarin skyldu til at taka summarfrítíðina hetta tíðarskeið alt undir tí fyritreyt, at 24 daga reglan sum nevnd frammanfyri verður hildin.

Hvat hendir um løntakari gerst sjúkur, áðrenn hann skal byrja summarfrítíð sína? Um løntakari gerst sjúkur og boðar arbeiðsgevaranum frá hesum, áðrenn summarfrítíðin skal haldast, so verður summarfrítíðin útsett so leingi viðkomandi er sjúkrameldaður.

Um talan er um arbeiðspláss sum steingir í summarfrítíðini og løntakari gerst sjúkur t.d. 2 dagar áðrenn summarfrítíðin skal byrja og t.d. er sjúkrameldaður í 10 dagar, so byrjar summarfrítíðin hjá viðkomandi ikki fyrr enn viðkomandi er frískur aftur.

Í slíkum føri eigur viðkomandi sostatt 8 dagar eyka summarfrí, sum arbeiðsgevarin leggur í samráð við viðkomandi løntakara.Hvat hendir um løntakari gerst sjúkur í summarfrítíðini:

Um løntakari gerst sjúkur í summarfrítíðini hevur ein ikki rætt til eyka summarfrítíð.

Undir serligum umstøðum, kann løntakari søkja um at fáa frítíðina góðgjørda frá arbeiðsgevaranum.

Hvussu er rættarstøðan, tá løntakari verður sagdur úr starvi:

Í lógini er ásett, at um løntakari er uppsagdur, so má frítíðin ikki leggjast inn í uppsagnartíðina.

Hetta merkir, at viðkomandi løntakari í slíkum føri, bæði hevur rætt til summarfrítíð og uppsagnarfreist smb. galdandi lóggávu.

Serstakir frídagar samb. ásetingar í sáttmálunum:

Um serstakir frídagar, s.s. ólavsøkuaftan og ólavsøkudagur liggja í summarfrítíðini, eigur løntakari hesar dagar afturat frítíðini.

Tó er hetta ikki galdandi um ein serstakur frídagur fellur á ein sunnudag.

Gerðarættur 06.05.1997:

Indkærede, Føroya Landsstýri, bør overfor kærende, Starvsmannafelagið, anerkende, at funktionærer, som afholder ferie efter § 15, stk. 4, i den mellem parterne gældende overenskomst, har ret til en ekstra feriedag, når en af de overenskomstens § 14 angivne fridage falder på en ugedag, som ikke er en søndag.

Voldgiftsretten skal i den forbindelse bemærke, at denne opfattelse ganske samsvarer med retsstillingen i Danmark og den herom foreliggende litteratur, jfr. t.ex. Lisbeth Lollike “Ferieloven med kommentarer”, 6. udgave, side 139, samt Louis beck Nielsen “Ferieloven”, 1. udgave, side 104, hvor det bl.a. anføres at det i administrativ praksis er fast antaget, “at ferie ikke kan placeres på traditionelle helligdage, Påsken, Kristi Himmelfartsdag, Store Bededag, Pinsen, 1. og 2. Juledag og 1. Nytårsdag og ej heller på traditionelle overenskomstmæssige fridage…”.

Hvat er munurin á yvirtíð og meirtíð?

Yvirtíð fært tú, um tú arbeiðir í miðal meira enn 40 tímar um vikuna.

Meirtíð er tað arbeiði tú útinnir millum tann brøkin tú ert sett/ur og upp til fulla tíð. Ert tú t.d. sett/ur í starv 30 tímar um vikuna, kanst tú arbeiða 10 tímar fyri vanliga tímaløn, áðrenn talan er um yvirtíð (40+ tímar).

Á nógvum støðum er siðvenja, at tímarnir tú arbeiðir frá 30 til 40 tímar skulu avspákast. At avspáka merkir, at tú hevur frí við løn, teir tímarnir tú hevur arbeitt ov nógv.

Frítíðarløn og frítíðarískoyti?

Fastlønt/mánaðarlønt fáa frítíðarískoyti. Tímalønt fáa frítíðarløn. Ein uppgerð yvir hvat tú hevur forvunni í eftirløn, frítíðarløn ella frítíðarískoyti finnur tú á Borgaragluggin.

Tímalønt: Arbeiðsgevarin rindar 12% av hvørjari lønarútgjalding á frítíðarkontu hjá TAKS.

Mánaðarlønt: Arbeiðsgevarin rindar frítíðarískoyti á 1,5% av lønini + vanliga løn í frítíðini.

Frítíðarløn verður útgoldin í mai mánaða. Frítíðarískoytið verður somuleiðis útgoldið í mai.

Kunna teg meira her: TAKS.