Fært tú rætta løn?

Javnan fáa vit fráboðanir frá limum sum ivast í, um tey fáa rætta løn.

Her eru nakrir lyklaspurningar, sum er skilagott at ansa eftir:

Fært tú ein lønarseðil? Flestu arbeiðsgevarar senda lønarseðil umvegis MínBoks ella sum t-post. Sum starvsfólk hevur tú krav uppá at fáa ein lønarseðil.

Er lønin røtt? Hevur tú fingið løn fyri alt tað tú hevur arbeitt? Er lønarhækkanin í oktober komin við? Skilagott er at skráseta tímarnar tú arbeiðir í tínum egna kalendara, fyri at kunna kanna, um alt er komið við.

Hevur tú nærlisið lønarseðilin? Tað er gott at nærlesa lønarseðilin hvønn mánaða. Stundum kunnu feilir henda av misgávum, ella í telduskipanum.

Er tín starvsaldur rættur? Starvsaldurin byrjar at telja beinanvegin, tú ert sett/ur í starv. Tú forvinnur bara starvsaldur, um tú ert í starvi meiri enn 15 tímar um vikuna. Um tú keypur tær frí úr starvinum, um tú ert í óløntum farloyvi og undir verkfalli/verkbanni, forvinnur tú ikki starvsaldur.

Á tínum lønarseðli eigur tú at síggja tín starvsaldur, og hvørjum lønarstigi tú fært løn eftir.

Sum sáttmálasettur ert tú 24 mánaðir á hvørjum lønarstigi. Hetta kallast starvsaldur/ansinitetur, og tá eigur tú at hækka eitt lønarstig.

Eigur tú at fáa onkra viðbót? Um tú ert fastlønt/ur sæst viðbótargjaldið ikki altíð á fasta lønarseðlanum. Hetta kemur í ávísum førum sum eykagjald og á serstøkum lønarseðli. Hesar viðbøtur eru at finna HER, og verða eisini kallaðar ólagalig arbeiðstíð.

Nær verður løn útgoldin? Fastlønt fáa løn uml. 25. í hvørjnum mánaða. Ymiskt er, nær løn hjá tímaløntum verður útgoldin. Hjá kommununum fáa tímalønt útgoldið umleið 14. hvønn dag, meðan Almannaverkið flytir løn til tímalønt einaferð um mánaðin.

Hvat er munurin á yvirtíð og meirtíð? Yvirtíð fært tú, um tú arbeiðir í miðal meira enn 40 tímar um vikuna.

Meirtíð er tað arbeiði tú útinnir millum tann brøkin tú ert sett/ur og upp til fulla tíð. Ert tú t.d. sett/ur í starv 30 tímar um vikuna, kanst tú arbeiða 10 tímar fyri vanliga tímaløn, áðrenn talan er um yvirtíð (40+ tímar).

Á nógvum støðum er siðvenja, at tímarnir tú arbeiðir frá 30 til 40 tímar skulu avspákast. At avspáka merkir, at tú hevur frí við løn, teir tímarnir tú hevur arbeitt ov nógv.

Fært tú røttu eftirlønina? Arbeiðsgevarin eigur at gjalda eftirlønina, sum eigur at koma omaná lønina. Eftirlønin verður sostatt ikki útgoldin í bankan, men verður sett á eftirlønarkonto/skipan. Eftirlønin er 12% hjá teimum, sum arbeiða hjá kommunum. Hjálparfólk hjá landinum fáa 12% í eftirløn, meðan pedagogar hjá landinum fáa 14% (løn frá Gjaldstovuni).

Frítíðarløn og frítíðarískoyti?  Fastlønt/mánaðarlønt fáa frítíðarískoyti. Tímalønt fáa frítíðarløn. Ein uppgerð yvir hvat tú hevur forvunni í eftirløn, frítíðarløn ella frítíðarískoyti finnur tú á Borgaragluggin.

Tímalønt: Arbeiðsgevarin rindar 12% av hvørjari lønarútgjalding á frítíðarkontu hjá TAKS.

Mánaðarlønt: Arbeiðsgevarin rindar frítíðarískoyti á 1,5% av lønini + vanliga løn í frítíðini.

Frítíðarløn verður útgoldin í mai mánaða. Frítíðarískoytið verður somuleiðis útgoldið í mai.

Kunna teg meira her: TAKS.

120 – daga reglan

Stutt yvirlit yvir reglurnar um sokallaða 120-daga regluna.

Hvat er ”120-daga reglan”? 120-daga reglan merkir, at arbeiðsgevarin kann siga starvsfólkið úr starvi við 1 mánaða freist til ein 1. í mánaðinum, tá starvsfólkið hevur fingið løn undir sjúku í 120 dagar innan fyri eitt 12 mánaðar tíðarskeið,

  • hetta merkir, at sjálvt um starvsfólk hevur vunnið sær rætt til t.d. 6 mánaðar uppsagnar-freist, so kann arbeiðsgevarin siga starvsfólkið upp við 1 mánaða uppsagnarfreist, men bert um niðanfyri nevndu treytir eru loknar.

Almennar treytir fyri at 120-daga reglan skal kunna nýtast:

  • talan skal vera um løntakara, sum er fevndur av starvsmannalógini ella at fakfelagið og arbeiðsgevarasíðan í sáttmála sínum hava ásett, at starvsmannalógin er galdandi (t.d. kann sáttmálin hava hesa orðing: ”viðvíkjandi uppsøgn er starvsmannalógin galdandi”)
  • skrivlig og greið avtala skal vera gjørd millum arbeiðsgevaran og starvsmannin um at 120-daga reglan er galdandi, t.d. í setanarskrivi. (hendan avtala kann gerast í sambandi við starvssetan ella seinni, men kann ikki gerast millum fakfelagið og arbeiðsgevaran/arbeiðsgevarafelagið)

Nær kann arbeiðsgevarin brúka 120-daga regluna?

Ítøkjuligu treytirnar fyri at brúka 120-daga regluna (t.v.s. at siga starvsfólk upp við 1 mánaða uppsagnarfreist) eru:

  • starvsfólkið skal hava fingið løn undir sjúku í minst 120 dagar innan fyri 12 mánaðar (ikki neyðugt at talan er um samanhangandi sjúkradagar),
  • arbeiðsgevarin sigur starvsfólkið úr starvi uttan óneyðugt drál, tá starvsfólkið hevur fingið løn í 120 dagar undir sjúku innan fyri 12 mánaðar (t.v.s. at uppsøgnin vanliga skal verða framd innan 10 – 12 dagar.
  • Um uppsøgnin t.d. verður framd 2 – 3 vikur aftaná, at 120 eru farnir, so eru vanligu uppsagnarfreistirnar galdandi. Um arbeiðsgevarin í tílíkum førum skal brúka 120-daga regluna, so má hann bíða til starvsfólkið aftur verður sjúkrameldað 120 dagar, men sjúkradagarnir frammanundan kunnu ikki roknast við í uppgerðini av 120 døgunum.)
  • uppsøgnin verður fráboðað meðan starvsfólkið er sjúkrameldað (t.v.s. at tilber ikki at brúka 120-daga regluna, um starvsfólkið er komið aftur til arbeiðis, tí so má arbeiðsgevarin bíða til starvsfólkið aftur verður sjúkrameldað, men sjúkradagarnir frammanundan kunnu heldur ikki í tílíkum førum roknast við í uppgerðini av 120 døgunum.),
  • uppsøgn eftir 120 daga regluni kann brúkast, sjálvt um viðkomandi frammanundan er sagdur upp við vanligari freist, men vanliga uppsagnarfreistin ikki er farin.

Hvørjir sjúkradagar verða roknaðir við í sambandi við uppgerðina av 120 sjúkradøgunum?

Teir sjúkradagar, sum verða roknaðir við í sambandi við uppgerðina av 120 døgunum eru (um starvsfólkið fær løn undir sjúkuni):

  • allir kalendaradagar, har viðkomandi starvsfólk er sjúkrameldað – vanliga eisini leygardagar og sunnudagar, um starvsfólkið var sjúkt hesar dagar (fyri fastlønt),
  • sjúkradagar uttan mun til hvør orsøkin er til sjúkuna (t.d. eisini, har sjúkan stavar frá skaða á arbeiðsplássinum. Tó ikki sjúka orsakað av barnsburði)
  • Hvørjir dagar verða ikki roknaðir við í sambandi við uppgerðina av 120 sjúkradøgunum?
  • sjúkradagar, har orsøkin til sjúkuna er at kvinna er við barn (sambært javnstøðulógini),
  • frítíðardagar (feria) – í hvussu so er sjúkradagar, sum byrja aftaná at starvsfólk er byrjað frítíð (feriu) sína, og til starvsfólkið skal byrja aftur at arbeiða eftir frítíð sína (um frítíðin verður útsett eftir avtalu við arbeiðsgevaran, so er talan um løn undir sjúku og so telja dagarnir við í uppgerðina av 120 døgunum),
  • um starvsfólk er sjúkrameldað t.d ½ dag, so skal bert hesin ½ dagur roknast við sum sjúkradagur

Uppsøgn

Uppsagnar mannagongdir

Sambært Fyrisitingarlógina skal hoyringsskriv sendast til tann, sum ætlanin er at siga úr starvi. Viðkomandi hevur í minsta lagi 14 dagar at geva sínar evt. viðmerkingar til hoyringsskrivið til arbeiðsgevarin – Starvsfólk kann tó hava krav um longri hoyringsfreist, tí tað sum umráðandi er, at starvsfólkið veruliga fær stundir at gera viðmerkingar sínar til ætlaðu uppsøgnina.

Starvsfólk kann eisini altíð biðja um skjalainnlit

Felagið skal altíð smb. sáttmálan – hava skrivliga fráboðan, um arbeiðsgevarin hevur ætlan at siga fólk úr starvi – har grundgevingin skal vera tilskilað, soleiðis at felagið fær mett um grundgevingina.

Heldur Føroya Pedagogfelag, at uppsøgnin ikki skal fremjast, ella at uppsøgnin ikki er nóg væl lýst, kann felagið krevja uppsøgnina viðgjørda á fundi við setanarmyndugleikan, áðrenn uppsøgnin verður givin.

Um ongar viðmerkingar eru til hoyringsskrivið ella einki nýtt fyriliggur í málinum, og felagið ikki hevur nakrar viðmerkingar, kann uppsøgnin gevast við galdandi uppsagnarfreist. ( sí skjal ”Uppsagnarfreistir”).

Uppsøgnin er altíð at rokna frá einum 1. í fyrstkomandi mánaði.

Viðmerkjast skal, at forvunnin frítíð smb. Frítíðarlógina ikki kanna leggjast inn í uppsagnarfreistina.

Smb. Álitisfólkaavtaluna stk.7, skal leiðslan samráðast við álitisfólki, tá talan er um setan ella uppsøgn av starvsfólki.UppsagnarfreistirUppsagnarfreist smb. Starvsmannalógina § 2, stk.2:

Starvstíðfrá arbeiðsgevarafrá starvsfólki
undir 6 mðr.1 mðr.1 mðr.
6 mðr. upp til 3 ár3 mðr.1 mðr.
3 – 6 ár4 mðr.1 mðr.
6 – 9 ár5 mðr.1 mðr.
meira enn 9 ár6 mðr.1 mðr.

Uppsagnartíðin:

Um uppsagnartíðin skal veraSkal uppsøgnin gevast áðrenn
1 mðr.   5 mán. setan
3 mðr.   2 ár og 9 mán. setan
4 mðr.   5 ár og 8 mán. setan
5 mðr.   8 ár og 7 mðr. setan
6 mðr.   Aftaná 8 ár og 6 mðr.setan