Eftirløn

Fært tú røttu eftirlønina? Arbeiðsgevarin eigur at gjalda eftirlønina, sum eigur at koma omaná lønina. Eftirlønin verður sostatt ikki útgoldin í bankan, men verður sett á eftirlønarkonto/skipan.

Eftirlønin er 12% hjá teimum, sum arbeiða hjá kommunum. Hjálparfólk hjá landinum fáa 12% í eftirløn, meðan pedagogar hjá landinum fáa 14% (løn frá Gjaldstovuni).

Lógin um kravda eftirlønaruppsparing. 1. januar 2019 kom nýggj lóg um eftirlønarsamansparing í gildi, sum sigur, at tað er lógarkrav, at øll, ið fáa løn, eisini skulu hava eina pensjónskontu.

Hvar verður eftirlønin goymd?

Hvussu nógva eftirløn havi eg forvunnið? Yvirlit yvir alla eftirlønir og eftirlønaruppsparing, er at finna á Borgaragluggin.

Tryggingar

Havi eg nakrar trygginar ígjøgnum Pedagogfelagið? Ja. Sí her!

Hvussu verður tryggingin fíggja? Tínar tryggingar verða goldnar av tínum eftirlønarinngjaldi til LÍV. Sambart lóggávu, hevur fakfelagið heimild til at brúka upp til 1/3 av inngoldu eftirlønini til tryggingar.

Kann eg detta út úr tryggingini? Ja. Um tú ikki hevur eftirlønarinngjald til LÍV í samfullar 3 mánaðir steðgar tryggingin.Somuleiðis um tú ikki hevur goldið limagjald.
Áðrenn tú dettur út úr skipanini, eigur LÍV at hava kunna teg um hetta. Vanliga bjóðar LÍV eina framhaldstrygging undir øðrum korum.

Hví LÍV? Saman við fleiri fakfeløgum, hevur Pedagogfelagið stovna P/F Fakfelag, hvørs endamál er at eiga í LÍV. P/F Fakfelag eigur 33,3% av partapeninginum í P/F Lív-holding.

P/F Fakfelag hevur í einum tíðarskeiði upp til 10 ár frá 1. september 2016 at rokna, rætt til at keypa tann partapening, sum Uttanríkis- og Vinnumálaráðið eigur í felagnum – svarandi til 16,67% – soleiðis, at samlaði ognarluturin gerst 50% av P/F LÍV Holding.  Hin helvtin eiga tryggingartakararnir gjøgnum Ognarfelagið LÍV.

Málsetningurin er at veita eina góða tænastu og bera vinningin aftur gjøgnum góðar tryggingar, lágan rakstrarkostnað og eitt munagott avkast á eftirlønaruppsparingini.