Námsfrøðingar og hjálparfólk

  • Niðursetta tíð
  • Hoyvík

Tórshavnar kommuna

Tórshavnar kommuna søkir vegna Frítíðarskúlan í Hoyvík, eftir starvsfólkum at byrja 13. august 2020.

Vit søkja eftir námsfrøðingum og hjálparfólkum at starvast 25-30 tímar vikuliga.

Námsfrøðingar sum fáa prógv í summar eru vælkomnir at søkja!

VIT YNSKJA UMSØKJARAR, SUM Í TRÁ VIÐ OKKARA VIRÐIR OG ÆTLANIR

  • megna og vilja skapa mennandi, trygt og fjølbroytt námsfrøðiligt virksemi
  • eru ágrýtnir, initiativríkir og vísa hetta í verki
  • eru sjálvstøðugir, álítandi og hava gott yvirlit
  • vilja arbeiða við børnum við serligum tørvi
  • eru fakliga tilvitaðir, hava hug og evni at menna námsfrøðiliga arbeiðið á stovninum
  • eru áhugaðir og hava hegni til rørsluligt námsfrøðiligt virksemi
  • síggja og tillaga seg eftir tørvi, bæði tá tað kemur til børn og vaksin
  • hava góð samstarvs- og samskiftisevni, og megnar tí at virka fyri góðum samstarvi við foreldur, børn og starvsfelagar 

VIT BJÓÐA

  • eitt arbeiðspláss við dygd og yrkisføri
  • fyrireikingartíð
  • toymisarbeiði
  • samstarv

UM OKKUM
Í Frítíðarskúlanum í Hoyvík ganga børn úr 1. og 2. flokki úr Hoyvíkar skúla, eisini er eitt frítíðartilboð fyri børn úr 3. flokki, ið húsast í ovastu hæddini í Hoyvíkshøllini. Somuleiðis ganga børn úr serstovuni í Hoyvíkar skúla í frítíðarskúla. Í hølunum er eisini Ungdómshúsið í Hoyvík – KLUBB 188.
Í Frítíðarskúlanum í Hoyvík starvast í løtuni 16 námsfrøðingar og hjálparfólk.

Okkara kjarnuuppgáva er, at bjóða øllum børnunum eitt trygt, mennandi, avbjóðandi, stuttligt og læruríkt umhvørvi, har barnið verður virðismett!

Um áhugi er, og umstøður loyva tí, er eisini møguleiki at arbeiða í Ungdómshúsinum í Hoyvík.
KLUBB 188 er opið 3 kvøld um vikuna. Arbeiðstíðin er í miðal uml. 7-10 tímar vikuliga.

SETANARVIÐURSKIFTI
Størvini verða sett sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið.

UMSÓKN
Umsókn saman við viðkomandi upplýsingum, verður at senda til torshavn@torshavn.fo ella til Tórshavnar kommunu, Vaglið 32, 100 Tórshavn, í seinasta lagi týsdagin 26. mai 2020.

MEIRA FÆST AT VITA
um starvið við at venda sær til Bjarna Beder, stovnsleiðara, á telefon 214789 ella bjarnibe@torshavn.fo – sí meira um stovnarnar her: www.facebook.com/ftshoyvik og https://www.facebook.com/ungdomshusidKLUBB188/

To apply for this job email your details to torshavn@torsavn.fo