• Niðursetta tíð
  • Tórshavn

Tórshavnar kommuna søkir, vegna Býlingshúsið í Maritugøtu, eftir einum námsfrøðingi at arbeiða 30 tímar um vikuna í barnagarði. Talan er um farloyvisstarv fram til august 2021. Starvið er til setan í august 2020 ella eftir nærri avtalu.

Vit eru:

Ein stovnur við tveimum vøggustovum og tveimum barnagarðsstovum. Vit hava 59 børn í húsinum – 23 vøggustovubørn og 36 barnagarðsbørn saman við 16 starvsfólkum – 8 námsfrøðingum og 8 hjálparfólkum. Vit hava væl samansettan starvsfólkahóp, sum hevur nógvar royndir og vitan – vit samskifta og deila vitanina millum okkum og síggja tað sum ein stóran part av okkara samleika. Vit leggja dent á, at arbeiða við lurtandi pedagogik og at vera nærverandi í okkara arbeiði – vit fylgja sporunum hjá børnunum og skipa okkara virksemi eftir teirra áhuga.

Vit vænta, at:

  • tú hevur hug at skapa ein fjølbroyttan, mennandi og tryggan gerandisdag, við virðing fyri tí einstaka barninum og foreldrum teirra
  • tú hevur hug at menna tað námsfrøðiliga arbeiðið
  • tú vilt samstarva og arbeiða eftir okkara virðum og námsætlan
  • tú tekur ábyrgd, kanst taka avgerðir og arbeiða sjálvstøðugt
  • tú ert ágrýtin, tolin og nærverandi
  • tú sært møguleikar, heldur enn forðingar
  • tær dámar væl at vera úti og brúka rørslu og náttúruna sum námsfrøðiligt amboð
  • tú ert luttakandi saman við børnunum

Vit bjóða tær:

  • eitt týdningarmikið og fjølbroytt starv við nógvum avbjóðingum
  • eitt starv, sum tú hevur møguleika at seta tín dám á arbeiðið
  • eitt starv, har viðurkenning og relationsarbeiði hevur stóran týdning í okkara arbeiði fyri at skapa tryggleika, trivna og menning
  • at gerast partur av einum dugnaligum starvsfólkatoymi, har trivnaður og faklig menning er høgt raðfest

Setanarviðurskifti

Starvið verður sett sambært sáttmála við Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelag Føroya.

Umsókn

saman við prógvi, møguligum viðmælum og upplýsing um royndir, verður at senda til torshavn@torshavn.fo í seinasta lagi sunnudagin 12. juli 2020.

Meiri fæst at vita

um okkum og starvið við at venda sær til Valborg Heradóttir Hammer, stovnsleiðara, á tlf. 285330 / 302400 ella við at vitja heimasíðu okkara www.maritugota.fo

To apply for this job email your details to torshavn@torshavn.fo