Innrita
Tel 35 75 76

AVLOYSARI TIL FRÍTÍÐARHEIMIÐ Í SKRIVARAGØTU

X

AVLOYSARI TIL FRÍTÍÐARHEIMIÐ Í SKRIVARAGØTU


Frítíðarheimið í Skrivaragøtu leitar eftir avloysara fyri starvsfólk í farloyvi, umleið 20 tímar um vikuna, í tíðarskeiðnum 1. oktober 2017 til 28. februar 2018. Talan er um skiftandi vaktir, eisini í vikuskiftinum.

Frítíðarheimið er umlættingarheim í Havn fyri heimabúgvandi børn og vaksin við menningartarni. 

Setanar- og lønartreytir eru sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Føroya Pedagogfelag.

Nærri fæst at vita við at venda sær til Frítíðarheimið, Jónu Johansen, tlf. 313353 / jonaj@av.fo

Umsóknir skulu vera Frítíðarheiminum í hendi í seinasta lagið 13. september 2017.

Adressan hjá Frítíðarheiminum er: Frítíðarheimið í Skrivaragøtu, Skrivaragøta 5, 100 Tórshavn. 

Aftur