Endurlýsing: Námsfrøðingur til Skúlan í Eysturkommunu

Website Skúlin í Eysturkommunu

Søkt verður eftir:
• 1 námsfrøðingi í tíðaravmarkað starv skúlaárið 2021-2022 vegna námsfrøðing í barsilsfarloyvi við setanarbroti 0,7. At byrja skjótast gjørligt.

Skúlanum tørvar námsfrøðing, ið er arbeiðshugaður, nærlagdur, samstarvshugaður, ið tekur ábyrgd og sær møguleikar.

Søkt verður eftir námsfrøði, sum
• skipar skúlagongdina við atliti til fortreytir hjá einstaka næminginum.
• veitir persónligan og praktiskan stuðul, sum kann hjálpa næminginum í gerandisdegnum í samband við skúlagongdina.
• hevur førleika at arbeiða við næmingum við serligum tørvi. Arbeiðið fevnir um stuðul til næmingar í miðdeild. Arbeitt verður í flokkum, smærri bólkum og ein til ein.
• kann virka undir førleikastovu skúlans.

Tann, ið settur verður, skal hava námsfrøðiliga útbúgving ella royndir sum stuðul. Um eingin námsfrøðingur søkir, verður starvið skipað sum hjálparfólkastarv.
Starvsøkið er Sernám og stovnar undir tí. Tann, ið settur verður, eigur at tola broytingar í starvinum í setanartíðarskeiðinum.
Arbeiðstíðin er frá kl. 07.50 og til næmingarnir fáa frí, umframt fundir o.a., sum kunnu liggja seinni á degnum.

Lønar- og setanartreytir:
Starvið verður lønt sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Føroya Pedagogfelag. Námsfrøðingar verða løntir í lønarflokki 11-22. Hjálparfólk verða lønt í lønarflokki 3-9.

Umsóknir:
Umsóknir við c.v., avriti av prógvum og møguligum viðmælum skulu sendast við telduposti til sey@skulin.fo.
Umsóknarfreist: 7. sept 2021 kl. 24.00
Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Atla F. Johansen, skúlastjóra, á telefon 730070.
Skúlin í Eysturkommunu er: í Leirvík: innskúling, 0. – 3. flokkur, og í Gøtu: miðdeild, 4. – 7. flokkur. Skúlin hevur eisini serstovur.
Í skúlanum eru áleið 280 næmingar við forskúla, 25 lærarar, 2 námsfrøðingar og 4 námsfrøðiligir stuðlar.
Tú kanst lesa meira um skúlan á heimasíðuni www.skeyk.fo

To apply for this job email your details to sey@skulin.fo