Ert tú til tað kreativa?

  • Fulla tíð
  • Kvívík

Dagstovnurin Áarlon

Kvívíkar kommuna søkir vegna Dagstovnin Áarlon eftir einum námsfrøðingi til barnagarðsstovuna Smæran. Starvið er 35 tímar um vikuna.

 

Elskar tú kreativar gongdir?

Ert tú tann, sum fylgir barninum á ferð inn í hugaheimin?

Brennir tú fyri, at geva børnum øðrvísi samskiftisamboð?

Hevur tú vitan um og áhuga fyri kreativum tilfari og amboðum?

Hevur tú hug og handalag til at leggja lag á og skapa saman við børnum?

Hevur tú vitanina og hugin, so hava vit karmarnar.

 

Um barnagarðin:

Barnagarðurin er skipaður í eina verkstaðsskipan, ið merkir, at ymsu stovurnar hava ymiskar funktiónir/aktivitetir, sum øll børnini hava atgongd til, soleiðis at børnini fáa fleiri møguleikar at virka í. Í skipanini eru tríggjar stovur við tilsamans 36 børnum, ið vera býtt í ein yngstabólk, ein miðlingabólk og ein elstabólk, og virka hesar stovur sum ein eind. Smæran er kreativur verkstaður burturav og her heldur miðlingabólkurin til.

Skipanin er ein fólkaræðisligur karmur, ið skal tryggja børnunum samavgerð og ávirkan á egnan gerandisdag. Karmurin um okkara verkstaðsskipan skal geva rúm fyri, at børn og vaksin kunnu hugsa kreativt; kunnu arbeiða við verkætlanum; kunnu hugsavna okkum um tað, ið upptekur okkum; kunna granska í tí, ið vit halda vera áhugavert, og at vit kunna hava ávirkan á innihaldi í okkara gerandisdegi.

Málsetningur okkara er at skapa tryggar, mennandi, spennandi, kreativar og lærandi umstøður fyri børn og vaksin.

 

Lønar- og setanartreytir:

Starvið verður sett frá 1. desember ella eftir nærri avtalu.

Løn og setanarviðurskifti er sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelag Føroya.

Um námsfrøðingur ikki søkir, kann hjálparfólk verða sett í tíðaravmarkað starv.

Meira kann fáast at vita um starvið  við at ringja til Gunnvá Edvardsdóttir, leiðara, á telefon tlf. 292412

Umsóknir við prógvum, viðmælum og CV skulu vera stovninum í hendi seinast sunnudagin 21. oktober 2018.

 

Dagstovnurin Áarlon

Frammi í Forna 1

340 Kvívík

stovnur@kvivik.fo

To apply for this job email your details to stovnur@kvivik.fo