Eru tit jaligir og kveikjandi námsfrøðingar?

  • Annað
  • Eiði

Kornsdalsgarður

Korndalsgarður á Eiði leitar eftir námsfrøðingum, ið eru jaligir og
kveikjandi fyri arbeiðsumhvørvið, og sum brenna fyri at geva
børnum góðar náttúruupplivingar og ein tryggan og mennandi
gerandisdag. Virksemið hjá Korndalsgarði er vøggustova,
barnagarður og frítíðarskúli. Vit liggja tætt við ríkar náttúruperlur,
so sum haga, vatn og fjøru (og fótbóltsvøll), ið geva alskyns
møguleikar fyri børn og vaksin.

Vit vilja, við tykkara hjálp, virka fyri at menna eitt avbjóðandi og
læruríkt námsfrøðiligt umhvørvi, kveikja góðan
starvsfólkatrivnað,og leggja dent á at geva børnum umsorgan,
spæl og læru, mentan og sosialisering.

Tit koma at virka saman við einum royndum og eldhugaðum
starvsfólkatoymi, har leiðslustílurin er lættur, lurtandi, luttakandi
og semjusøkjandi. Vit hava eitt virkið foreldraráð og áhugaðar
politikarar, ið vísa góðan vilja til at menna eitt námsfrøðiligt
virksemi. Møguleiki er at arbeiða fulla ella niðursetta tíð.
Arbeiðstíðirnar kunnu tillagast. Tíð er til fyrireiking, sparring og
supervisjón, og væntað verður, at tit eru fús at arbeiða saman í
ymiskum toymum.

Løn sambært sáttmála millum Kommunala arbeiðsgevarafelagið
og Føroya pedagogfelag. Hava tit spurningar, ella ynskja tit at
síggja umstøðurnar, eru tit væl komin at ringja til Kristinu T. Larsen,
leiðara, á telefon 740410. Vit gleða okkum at fáa umsóknir frá
tykkum, áðrenn 16. juni kl. 14.00. Tit kunnu byrja í starvinum 1.
august 2021 ella skjótast gjørligt. Umsóknir verða at senda til
korndalsgardur@eidi.fo

To apply for this job email your details to korndalsgardur@eidi.fo