Leiðari til dagrøktarskipanina á Viðareiði

Website Viðareiðis kommuna

Søkt verður eftir leiðara í farloyvisstarv til dagrøktarskipanina á Viðareiði at byrja 1. august 2021 og eitt ár fram.

Leiðarin hevur ábyrgdina av dagrøktini og frítíðaransingini, sum fevnir um áleið 40 børn frá 1-ára aldri og til børn, ið ganga í 3. flokki, harav eru nøkur børn, sum hava serligan tørv. Í løtuni eru 10 starvsfólk knýtt at ansingarskipanini.

Vit leggja dent á at menna børnini sosialt, málsliga og likamliga, og at tað einstaka barnið kennir seg trygt og blómar, meðan tað verður ansað hjá okkum.

Vit ímynda okkum ein leiðara, ið hevur hugsjónir í mun til námsfrøði og leiðslu. Ein leiðara, ið vil virka fyri einum høgum fakligum støði, har námsfrøðin er í miðdeplinum. Vit ynskja ein leiðara, ið ynskir menning – bæði sjálvsmenning og menning fyri stovnin. Tað er umráðandi, at tú dugir at sameina  yvirskipaða leiðslu í  gerandisdegnum við nærlagni í mun til tíni starvsfólk,  foreldrasamstarv og ikki minst – til børnini, sum tú varðar av.

Í starvinum hevur tú:

  • fíggjarligu og námsfrøðiligu ábyrgdina á stovninum
  • ábyrgd av at tryggja, at virksemið verður útint í samsvar við lógarverk, ásetingar og mál
  • ábyrgd av at tryggja umstøður fyri góðum virksemi á stovninum
  • ábyrgd av starvsfólkamenning
  • ábyrgd av at arbeiða við umstøðum, ið krevja menning ella ábøtur
  • yvirskipaða ábyrgd av foreldrasamstarvinum
  • yvirskipaða ábyrgd av bæði innanhýsis og uttanhýsis tvørfakliga

samstarvinum

Vit hava:

  • eitt gott umhvørvi, har fólk trívast
  • góð og dugnalig starvsfólk, sum geva børnunum ein góðan gerandisdag
  • góðar arbeiðsumstøður
  • góðar menningarmøguleikar

Vit ynskja, at tú:

  • hevur útbúgving sum námsfrøðingur
  • hevur viðkomandi leiðsluroyndir
  • megnar at stuðla og kveikja til áhaldandi menning
  • ert væl skipað/-ur í tínum arbeiði
  • hevur fíggjarligt hegni, innlit og yvirlit
  • megnar sjálvstøðugt at taka avgerðir
  • hevur førleika til viðkomandi telduskipanir
  • dugir væl við fólki og samstarvar væl
  • ert savnandi
  • ert virðilig/-ur og lurtandi
  • dugir væl at samskifta bæði á skrift og í talu, bæði við starvsfelagar, børn, foreldur og aðrar samstarvspartar
  • dugur væl at raðfesta, samskipa og sært møguleikar framum forðingar

Lønarviðurskifti
Lønar- og setanarviðurskifti eru sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið.

Um tú hevur spurningar til starvið, kanst tú venda tær til leiðaran, Dianu Borgnýardóttir á tlf. 231084 ella telduposti til vid.dagroktin@kallnet.fo

Umsókn
Umsókn, CV, prógv og viðmæli skulu sendast til marita@vidareidi.fo í seinasta lagi 18. juni 2021 kl. 12:00.

To apply for this job email your details to marita@vidareidi.fo