Leiðari til Frítíðarskúlan við Stórá

Website Runarvíkar kommuna

Starvið sum leiðari á Frítíðarskúlanum við Stórá verður við hesum lýst leyst at søkja. Starvið er fulltíðarstarv og verður sett at byrja tann 1. januar 2021.

Frítíðarskúlin við Stórá veitir frítíðartilboð til 115 børn og starvsfólkini eru 16 í tali. Børnini í forskúlaaldri og úr 1. flokki ganga í Frítíðarskúlanum við Stórá í Rituvík, meðan børnini úr 2. flokki júst eru flutt inn í Kvinnufelagshúsið á Glyvrum.

Leiðarar á dagstovnaøkinum  í Runavíkar kommunu hava ábyrgd av fíggjarligu, fakligu og fyrisitingarligu viðurskiftunum á teirra stovnum.

Væntað verður, at leiðarin innan teir karmar og  undir teimum treytum, sum stovnurin virkar undir, skapar eitt mennandi umhvørvi fyri børn og starvsfólk. Somuleiðis verður væntað, at leiðarin hevur gott samstarv við foreldur, við leiðarabólk, við kommunalu umsitingina og við aðrar viðkomandi stovnar.

Leiðarin vísir til Trivnaðardeildina hjá kommununi, sum leiðir og samskipar virksemið á dagstovnaøkinum og m.a skipar fyri mennandi átøkum fyri dagstovnaleiðarar.

Førleikakrøv

  • Námsfrøðingur
  • Fyrimunur er um umsøkjarin hevur viðkomandi víðariútbúgving og royndir við starvsfólkaleiðslu
  • Góðan munnligan og skrivligan málførleika
  • Hollan telduførleika

Persónligir eginleikar

  • Opin og fyrikomandi
  • Evni at eggja og ganga undan
  • Vera málsøkin og nýhugsandi

Setanarviðurskifti sambært sáttmála millum við Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið. Leiðarastarvið verður lønt í stigunum 29-33.  Størvini vera at seta 1. januar 2021 ella eftir nærri avtalu.

Nærri upplýsingar um størvini fáast við at venda sær til Jákup H. Foldbo, trivnaðarleiðara á tlf. 237045.

Umsóknir skulu vera Runavíkar kommunu í hendi mikudagin 2. desembur 2020.

Søk starvið á netinum á www.runavik.fo/leys størv

Runavíkar kommuna
Heiðavegur 26
FO-600 Saltangará