Innrita
Tel 35 75 76

Námsfrøðingur/motorikkvegleiðari til Áarlon

Námsfrøðingur/motorikkvegleiðari til Áarlon

Skrivað hevur: Martin N. Simonsen   tann: 23.01.2018  

Kvívíkar kommuna søkir vegna Dagstovnin Áarlon eftir námsfrøðingi við motorikkvegleiðaraútbúgving til vøggustovuna.

Í Áarlon seta vit umsorgan í hásæti. Umsorgan fyri barninum, fyri barnsins menning, fyri trivnaðinum og fyri innihaldinum í gerandisdegnum.

Um tú ert tann, ið vit leita eftir, so kunnu vit bjóða tær:

• Møguleikan at gera tað, ið tú brennir fyri
• Møguleikan at menna eitt høgt fakligt støði
• Møguleikan at seta tín dám á dagligdagin
• Ein barnabólk, ið gevur tær avbjóðingar, gleði og virkishug
• Ein væl útgjørdan stovn við óavmarkaðum møguleikum

Málsetningur okkara er at skapa tryggar, mennandi, kreativar og lærandi umstøður fyri børn og vaksin.
Vit vænta, at tú:

• Ert umsorganarfull/ur og ábyrgdarfull/ur
• Ert virkisfús/ur og nærlagdur
• Megnar at arbeiða sjálvstøðugt
• Ert sinnað/ur at samstarva og finna loysnir í einum fjølbroyttum gerandisdegi
• Ert við til at tryggja børnunum ein innihaldsríkan gerandisdag, ið er merktur av virðing og samavgerð

Lønar og setanartreytir:
Starvið verður sett skjótast til ber.

Løn og setanarviðurskifti er sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelag Føroya.

Førleikaviðbót verður givin sambært §22 í sáttmálanum.

Um námsfrøðingur, ið ikki hevur viðkomandi útbúgving og brennir fyri økinum søkir, so er møguleiki fyri, at fáa útbúgvingina goldna.

Um námsfrøðingar ikki søkja, kunnu hjálparfólk verða sett í tíðaravmarkað starv.

Meira kann fáast at vita um størvini við at ringja til Gunnvá Edvardsdóttir, leiðara á telefon tlf. 292412

Umsóknir við prógvum, viðmælum og CV skulu vera kommununi í hendi seinast 31. januar 2018.

Dagstovnurin Áarlon
Frammi í Forna 1
340 Kvívík
stovnur@kvivik.fo

Tað starvslýsingina niður sum pdf her


Aftur