Hesi størv verða lýst leys at seta frá 1. august 2022:
- 1 fast starv frá 1. august 2022 á 990 árstímar (setanarbrot 0,56) í sertilboði
- 4 tíðaravmarkað størv frá 1. august 2022 til 31. juli 2023 uml. 990 árstímar (setanarbrot 0,56) í sertilboði
Førleikakrøv:
Námsfrøðingur ella royndir sum námsfrøðiligur stuðul.
Harafturat leggja vit dent á, at námsfrøðiligu stuðlarnir:
- vilja arbeiða eftir virðisgrundarlagi og visión skúlans
- duga at samstarva
- eru fyrikomandi
- sýna jaligan hugburð mótvegis næmingunum
- hava áræði til at taka ábyrgd
Lønar- og setanartreytir:
Størvini eru sáttmálasett og verða lønt sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Fíggjarmálaráðið. Størvini verða flokkað í 13, 15, 17, 19, 21 og 23. Hjálparfólk verða flokkað í lønarflokkunum 3-9.
Umsóknir:
Umsóknir við CV, avritum av prógvum og møguligum ummælum skulu verða skúlastjóranum í hendi í seinasta lagi mikudagin 25. mai 2022 kl. 12.00.
Umsóknir kunnu sendast umvegis teldupost til: vagn.foldbo@skulin.fo ella sendast til
Á Skúlatrøð
att: Vagn Foldbo, skúlastjóri
Skúlavegur 6
FO-700 Klaksvík
Nærri kunning um størvini fæst við venda sær til Vagn Foldbo, skúlastjóra, á tlf. nr. 780202, ella senda teldupost til vagn.foldbo@skulin.fo
Komandi skúlaár ganga 720 næmingar í 1. – 10. flokki á Skúlatrøð. 70 lærarar og 10 námsfrøðiligir stuðlar arbeiða í skúlanum.
To apply for this job email your details to vagn.foldbo@skulin.fo