Námsfrøðiligt stuðulsstarv í Kollafjarðar skúla

Kollafjarðar skúli

Eitt starv sum námsfrøðiligur stuðul hjá tveimum næmingum við serligum tørvi sum eru knýttir at vanligum flokki er leyst at søkja. Setanin er frá 1. august at rokna.

Uppgáva:

Høvuðsuppgávan er at ráðleggja, gjøgnumføra og eftirmeta skúladagin hjá næmingunum í samstarvi og samráði við førleikastovu skúlans og viðkomandi lærarum. Arbeitt verður út frá einstaklinga læruætlan.

Førleikakrav:

Útbúgving sum námsfrøðingur krevst, tó kunnu aðrir umsøkjarar eisini søkja starvið. Tað kann vera ein fyrimunur at hava starvsroyndir við børnum við autismu ella líknandi avbjóðingum.

Lønar- og setanartreytir:

Starvið verður sett sum sáttmálasett starv og verður lønt sambært avtalu millum Føroya Pedagogfelag og Fíggjarmálaráðið í lønarflokkunum 11 – 21. Námsfrøðingar verða løntir í lønarflokki 11-21 (í lønarflokki 11-22 frá 1. oktober í 2019).

Setanarbrotið er uml. 0,85 svarandi til uml. 30-35 tímar um vikuna skúlaárið út.

Umsóknin, við CV, avriti av prógvum og møguligum ummælum, skal vera skúlastjóranum í hendi í seinasta lagi hósdagin 27. juni 2019 kl. 12:00.

Umsóknin skal stílast til:

Kollafjarðar skúla

att.: Jón Højsted, skúlastjóri

Botnavegur 2

FO-410 Kollafjørður

Umsóknin kann eisini sendast við telduposti til: jon.hojsted@skulin.fo.

Nærri kunning um størvini fæst við at ringja til Jón Højsted á telefon 21 14 87.

 

To apply for this job email your details to jon.hojsted@skulin.fo