Námsfrøðing til barnagarðin á Mýrunum

  • Niðursetta tíð
  • Runavík

Website Barnagarðurin á Mýrunum

Til okkara toymi verður nú søkt eftir einum fólki við námsfrøði-útbúgving ella líknandi útbúgving til Miðstovu á Barnagarðinum á Mýrunum. Miðstova er ein stova við børnum, sum í eitt tíðarskeið hava eyka tørv. Í løtuni ganga 7 børn í aldrinum 2-5 ár á stovuni, og har arbeiða 4 námsfrøðingar, umframt hetta starvið, ið nú er lýst leyst. Starvið er 24 t/vikuna og verður sett skjótast til ber. Møguleiki er bæði til hægri tímatal og at byrja eftir summarfrítíðina.

Barnagarðurin á Mýrunum liggur í einum náttúruvinaligum umhvørvi, beint við Toftavatn, og er normeraður til 94 børn. Umframt Miðstovu hevur stovnurin eisini tríggjar barnagarðsstovur og tvær vøggustovur. Sum námsfrøðiligan integrerandi málsetning hevur Miðstova, í gerandisdegnum, nógv samskifti og samstarv við hinar stovurnar.

Førleikakrøv:
• Vit sóknast eftir starvsfólki, ið hevur útbúgving innan námsfrøði ella líknandi útbúgving.
• Í tøttum samstarvi við starvsfelagar og foreldur, kann skapa ein fjølbroyttan, mennandi og tryggan dag fyri einstaka barnið.
• Saman við starvsfelagum viðvirkar til at skapa eitt spennandi og lívligt námsfrøðiligt umhvørvi.
• Góðan munnligan og skrivligan málførleika, umframt góðan telduførleika.

Vit bjóða:
• Góðar arbeiðsumstøður og gott arbeiðsumhvørvi, har tú kann seta tín dám á gerandisdagin.
• Eitt spennandi og mennandi starv við nógvum avbjóðingum.
• Ein vælvirkandi starvsfólkabólk og stovn, har námsfrøðiliga orðaskifti er í hásæti.
• Ein stovn, ið umframt at arbeiða við TÍTT, eisini arbeiðir eftir egnari menningarætlan.
• Ein gerandisdag við hugleiðingum um barnsins menning í tøttum samstarvi við vøggustovurnar, barnagarðsstovurnar og stovuna við børnum við serligum tørvi.

Persónligir eginleikar:
• Hevur hegni at veita umsorgan og góð samstarvsevni.
• Evni at eggja, vera málsøkin og nýhugsandi.
• Fyrikomandi, arbeiðsamur og røkin.
• Dámar væl at nýta náttúruna, sum eitt menningaramboð.
• Tað hevur stóran týdning, at tú sum starvsfólk, tolir broytingar, ið kunnu koma fyri á stovninum.

Størvini verða sett sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið, og er flokkað á stig 11-21. Meira fæst at vita um stovnin við at fara á heimasíðuna http://myrunum.fo og um størvini, við at venda sær til Oslu Olsen, leiðara á tlf. 237880.

Søk starvið á www.runavik.fo leys størv.

Umsóknarfreistin er fríggjadagin 22. feb. 2019

To apply for this job email your details to martin@pedagogfelag.fo