Námsfrøðingar til Barnagarðin á Mýrunum

Website Barnagarðurin á Mýrunum

Søkt verður eftir trimum námsfrøðingum, harav eitt tíðaravmarkað barnsburðarfarloyvi, til Barnagarðin á Mýrunum at byrja skjótast til ber. Størvini eru til vøggustovu og barnagarðstovu og eru á 30-40 t/vikuna. Eitt starv ynskist at verða sett skjótast til ber, og eitt hálvan apríl. Tað triðja eftir nærri avtalu, evt. eftir summarfrítíðina.

Barnagarðurin á Mýrunum liggur í einum náttúruvinaligum umhvørvi og er normeraður til 94 børn. Stovnurin er skipaður við 3 barnagarðsstovum, 2 vøggustovum og eini stovu til børn við eyka tørvi.

Førleikakrøv:

  • Vit sóknast eftir starvsfólki, ið hevur útbúgving innan námsfrøði ella líknandi.
  • Í tøttum samstarvi við starvsfelagar og foreldur, kann skapa ein fjølbroyttan, mennandi og tryggan dag fyri einstaka barnið.
  • Saman við starvsfelagum viðvirkar til at skapa eitt spennandi og lívligt námsfrøðiligt umhvørvi.
  • Góðan munnligan og skrivligan málførleika, umframt góðan telduførleika.

Vit bjóða:

  • Góðar arbeiðsumstøður og gott arbeiðsumhvørvi, har tú kann seta tín dám á gerandisdagin.
  • Eitt spennandi og mennandi starv við nógvum avbjóðingum.
  • Ein vælvirkandi starvsfólkabólk og stovn, har námsfrøðiliga orðaskifti er í hásæti.
  • Ein stovn, ið umframt at arbeiða við TÍTT, eisini arbeiðir eftir egnari menningarætlan.
  • Ein gerandisdag við hugleiðingum um barnsins menning í tøttum samstarvi við vøggustovurnar, barnagarðsstovurnar og stovuna við børnum við serligum tørvi.

Persónligir eginleikar

  • Hevur hegni at veita umsorgan og góð samstarvsevni.
  • Evni at eggja og ganga undan.
  • Vera málsøkin og nýhugsandi.
  • Opin og fyrikomandi, arbeiðsamur og røkin.
  • Tað hevur stóran týdning, at tú sum starvsfólk, tolir broytingar, ið kunnu koma fyri á stovninum.

Størvini verða sett sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið, og er flokkað á stig 11-21. Meira fæst at vita um stovnin við at fara á heimasíðuna http://myrunum.fo og um størvini, við at venda sær til Oslu Olsen, leiðara á tlf. 237880.

Søk starvið á www.runavik.fo leys størv.

Umsóknarfreistin er fríggjadagin 22. feb. 2019