Námsfrøðingar til Brúsa í Leirvík

Søkt verður eftir  2 námsfrøðingum at byrja 04. januar 2021.

Eitt starv á 30 tímar um vikuna.

Eitt starv á 22 tímar um vikuna, sum er tíðaravmarkað fram til 30. juni 2021.

Vit kunnu bjóða tær:

  • spennandi avbjóðingar á stovni við 3 barnagarðsstovur og 3 vøggustovur
  • ein stovn, har pláss er fyri øllum
  • ein stovn, har fokus er á at geva børnunum ein góðan og mennandi gerandisdag
  • ein stovn, sum byggir á viðurkennandi námsfrøði, samstarv, samskifti, álit og ábyrgd
  • jalig, opin og álítandi starvsfólk

 Vit ynskja at tú:

  • ert viðurkennandi
  • ert opin, erlig/ur og fyrikomandi
  • hevur góð samstarvsevnir og dugir væl at samskifta
  • ert nýhugsandi
  • sært tørvin hjá einstaka barninum
  • sært styrkir hjá einstaka barninum
  • tekur ábyrgd

Lønar- og setanartreytir

Starvið verður lønt sambært avtalu millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðagevarafelagið.

Umsóknir

Umsóknir við avriti av prógvi og møguligum viðmælum, skulu sendast til:

eystur@eystur.fo

Umsóknarfreistin er týsdagin 01. desember 2020.

Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær til Poulu Eidesgaard,  stovnsleiðara á telefon 73 00 41.

Um námsfrøðingar ikki søkja, kunnu hjálparfólk verða sett í tíðaravmarkað starv.

To apply for this job email your details to eystur@eystur.fo