Námsfrøðingar til Dagstovnin á Velbastað

Tórshavnar kommuna

Tórshavnar kommuna søkir vegna Dagstovnin á Velbastað eftir 

  • Einum námsfrøðingi til frítíðarskúlan 25 t. um vikuna at byrja 15.08.19
  • Einum námsfrøðingi til barnagarðsstovu 30 t. um vikuna at byrja 05.08.19

Um ikki námsfrøðingur verður settur, kann hjálparfólk setast í tíðaravmarkað starv fram 10. juli 2019                                                         

Um okkum:  Dagstovnurin á Velbastaðliggur í náttúruvøkrum umhvørvi oman fyri bygdina og er karmur um vøggustovu, barnagarð og frítíðarskúla.

Vit leggja dent á ein grønan hugburð og eitt fjølbroytt og mennandi umhvørvið, har børn og vaksin trívast.

Okkara virðisgrundarlg byggir á trivnað, virðing og menning. Tað hevur alstóran týdning at vit síggja hettar aftur í okkara gerandisdegi her á stovninum.

Vit hava góðar umstøður bæði inni og úti. Umframt bólkarúmini/stovurnar hava vit millum annað:

  • Stórt felagsrúm við góðum møguleikum til rørslu o.a.
  • Góðar møguleikar til verkstaðsvirksemi, har vit serliga nýta endurnýtlutilfar.
  • Stóran og góðan garð við haga og ymiskum vøkstri, fjølbroyttum lendi, lítlari á, eini vakrari smáttu har til ber at kynda bál,fótbóltsvølli og mangt annað.
  • Hønur, sum stovurnar skiftast um at hava ábyrgd av.
  • Eitt nærumhvørvi við góðum møguleikum til náttúruuplivingar av ymsikum slag.
  • Eitt fakligt mennandi umhvørvið har vit leggja dent á dygd í námsfrøðiliga arbeiðnum.

Um tú:

  • Hevur hug og hegni arbeiða við teimum møguleikum sum stovnurin og nærumhvørvið leggur upp til.
  • Tekur undir við okkara grøna hugburði,og teimum virðum vit hava her á staðnum.
  • Vilt arbeiða við dygd í námsfrøðiliga arbeiðnum.
  • Ert nærverandi, hjartalig/ur, ábyrgdarfull/ur og fakliga áhugað/ur.
  • Hevur góð samstarvsevni og yvirblikk.

So er tú vælkomin at søkja starv hjá okkum.

Setunarviðurskifti: Starvið verður sett sambært sáttmála millum Føroya pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelag Føroya.                                                                                                               

Umsøkn: Umsøknir saman við viðmælum, upplýsingum um útbúgving og royndir vera sendar til  torshavn@torshavn.fo seinast 25.07.19 kl. 12.00. Meir fæst at vita um størvini og stovnin við at venda sær til Gunrid Hansen, stovnsleiðara á tlf 218132 ella umvegis heimasíðuna www.velbarn.fo

 

To apply for this job email your details to torshavn@torshavn.fo