Námsfrøðingar til Fuglafjarðar kommunu

Søkt verður eftir:

–          Einum námsfrøðingi at arbeiða 30 tímar um vikuna á Kambi at byrja tann 01. november 2018.

–          Einum námsfrøðingi at arbeiða 35 tímar um vikuna á vøggustovu í Barnalund. Starvið er eitt farloysstarv frá 1 november 2018 til 1 november 2019.

Vit sóknast eftir starvsfólki:

–          ið hava umsorgan fyri børnunum.

–          ið kunnu arbeiða sjálvstøðugt.

–          ið eru týðilig í samskifti og leggja dent á gott samstarv.

–          ið hava arbeiðsroyndir, sum kunnu nýtast í dagliga arbeiðinum.

–          ið eru eldhuga og jalig.

–          ið síggja møguleikar fram um mørk.

–          ið hava hug at røra seg og vera nógv úti í náttúruni.

Vit bjóða tær:

–          fjølbroyttar arbeiðsuppgávur.

–          eitt starv, har tú kanst nýta tínar dygdir, hava ávirkan og samstundis menna teg sjálvan.

 

Setanartreytir:

Løn eftir sáttmála millum Føroya pedagogfelag og Kommunala arbeiðsgevarafelagið.

Um útbúgvin námsfrøðingur ikki søkir, kunnu størvini verða fyribils sett við hjálparfólki.

 

Nærri fast at vita um størvini við at venda sær til leiðaran:

Leila H. Hansen, á tlf. 238031 – Barnalund

Bjørghild Arnholdtsdóttir, á tlf 238092 – Kambur

 

Umsóknir saman við avritum av prógvum og viðmælum, skulu verða Býráðsskrivstovuni, Ennivegur 38, 530 Fuglafjørður í hendi í seinasta lagi mikudagin tann 03. oktober 2018 kl. 12.00.

Eisini ber til at senda umsóknina á: info@fuglafjordur.fo

 

Fuglafjarðar kommuna

Ennivegur 38

530 Fuglafjørður

info@fuglafjordur.fo

 

 

To apply for this job email your details to info@fuglafjordur.fo