
Website Frítíðarskúlin við Stórá
Søkt verður eftir 2 námsfrøðingum til Frítíðarskúlan við Stórá at byrja 1. febuar 2021, ella skjótast gjørligt.
Frítíðarskúlin liggur í Rituvík og er stovnur undir Runavíkar kommunu. Á stovninum ganga uml. 115 frítíðarskúlabørn.
- Starvið er 25 til 30 tímar um vikuna, har arbeiðstíðin er skiftandi ímillum kl 09.30 – 17.00, og tá skúlin hevur frí ímillum kl 7.30-17.00
- Starvið vera sett sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelag Føroya á lønarstigi 11-22,
- Um eingin námsfrøðingur søkir, kann hjálparfólk setast í tíðaravmarkað starv.
Vit ynskja at umsøkjarin:
- Er áhugaður at arbeiða við børnum í aldrinum 5 – 9 ár
- Er ágrýtin, initiativríkur og vísir hetta í verki
- Er fakliga tilvitaður, og hevur hug og evni at menna námsfrøðiliga arbeiðið á stovninum
- Dugir at skipa fyri fjøltáttaðum, mennandi og kveikjandi upplivingum.
- Dugir at skipa fyri spennandi og avbjóðandi tilboðum, til hendan barnabólk í einum tryggum og góðum umhvørvi.
- Hevur góð samstarvs- og samskiftisevni, og megnar at virka fyri góðum samstarvi við foreldur, børn og starvsfelagar
Vit bjóða:
- Eitt arbeiðspláss, sum ynskir at menna og arbeiða eftir dygdargóðari frítíðarnámsfrøði
- Eitt arbeiðspláss, sum leggur stóran dent á kreativitet og fysiskir aktivitetir
- Fyrireikingartíð
- Toymisarbeiði
Umsóknir, saman við avriti av prógvi, ummæli, lívslongdarsøgu (cv) o.ø. skal vera stovninum í hendi í seinasta lagi Sunnudagin 24. januar.
Søk starvið á heimasíðuni hjá Runavíkar Kommunu. www.runavik.fo ella á beinleiðis leinkju her:
https://app.jobmatchprofile.com/2f6g3q/runavikar-kommuna/4kyy77/fos/namsfroingur
Nærri fæst at vita um starvið, við at venda sær til Hans Andrias Olsen leiðara, á tlf 216630
%MCEPASTEBIN%
To apply for this job please visit app.jobmatchprofile.com.