Námsfrøðingar til Sóljuhjarta í Søldarfirði

Sóljuhjarta

Lýst verður eftir námsfrøðingum til Sóljuhjarta, til vøggustovu og barnagarðsstovu, 30-33 t/v.
Søkir eingin námsfrøðingur, kann hjálparfólk vera sett, tíðaravmarkað, ístaðin.
Byrja verður í størvinum mánadagin 1.nov 2021 ella eftir nærri avtalu.

Um okkum:
Sóljuhjarta liggur sentralt í meginøkinum.
Í Sóljuhjartanum starvast, um 30 fakliga dugnalig og íðin starvsfólk.
Vit hava 4 barnagarðstovur og 2 vøggustovur, 80 barnagarðsbørn og 26 vøggustovubørn. Barnagarðsbørnini halda til í Sóljuhjarta og vøggustovubørnini í Hólmanum (Søldarfjarðar skúli)

Vit leggja dent á:
At møta barninum, har tað er í menningini
Fría spælið, har børnini fáa brúkt og ment hugflogið, motorikk og rørslu
Gott samstarv við foreldur og aðrar samstarvspartar
At vera opin, fakliga forvitin, kreativ/ur og skapa eitt námsfrøðiligt mennandi umhvørvið
At verða nýhugsandi, ígongdsetandi og at megna broytingar um so skuldi verið.
At síggja møguleikar í náttúruni og gera brúk av teimum í arbeiðinum
Trivnað á stovninum
Hava tað stuttligt og flenna saman, børn sum vaksin

Lønar og setanartreytir:
Lønin er sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelag Føroya. Námsfrøðingar verða løntir á stig 11-23 og hjálparfólk stig 2-8. Setanirnar eru fyrbils á Sóljuhjarta, setanarøkið er Dagstovnaøkið í Runavíkar kommunu.
Nærri fæst at vita um starvið við at tosa við Káru Løkin, leiðara tlf. 297171/667170
Umsókn skal vera kommununi í hendi í seinasta lagi fríggjadagi 22.okt. 2021, søk starvið á runavik@runavik.fo / leys størv
Runavíkar Kommuna Heiðavegur 26 600 Saltangará

To apply for this job please visit runavik.fo%20.