Námsfrøðingur Náttúrubarnagarðurin Sóljuhjarta, Søldarfjørður

Website Náttúrubarnagarðurin Sóljuhjarta

Í Sóljuhjarta ganga 80 barnagarðsbørn og 26 vøggustovubørn. Barnagarðsbørnini halda til í Sóljuhjarta og vøggustovubørnini í Søldarfjarðar skúla

Lýst verður eftir:

Námsfrøðingi á 30 – 33  t/v til vøggustovu

Byrjað verður í starvinum 3. feb. 2020 ella eftir nærri avtalu

Vit leita eftir umsøkjara ið:

  • hevur umsorgan fyri børnum
  • er íðin, nærlagdur og álítandi
  • dugir væl at samskifta og hevur góð samstarvsevnir
  • hevur gott yvirlit og megnar væl at skipa dagin
  • er nýhugsandi, ígongdsetandi og megna broytingar um so skuldi verið
  • sær møguleikar í náttúruni og gera brúk av teimum í arbeiðinum

Lønar og setanartreytir

Lønin er sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og  Kommunala Arbeiðsgevarafelag Føroya.  Námsfrøðingar verða løntir á stig 11-22.

Søkir eingin námsfrøðingur, kann hjálparfólk vera sett tíðaravmarkað ístaðin.

Fleiri upplýsingar

Nærri fæst at vita um starvið við at tosa við Káru Løkin, leiðara tlf. 297171/667170

Umsóknir
Søk starvið á www.runavik.fo, leys størv

Umsókn skal vera kommununi í hendi í seinasta lagi mikudagin 22 jan. 2020  

Runavíkar Kommuna

Heiðavegur 26
600 Saltangará

runavik@runavik.fo

 

To apply for this job please visit www.runavik.fo.