NÁMSFRØÐINGUR OG HJÁLPARFÓLK TIL FRÍTÍÐARSKÚLAN Í HOYVÍK

  • Niðursetta tíð
  • Hoyvík

Website FRÍTÍÐARSKÚLIN Í HOYVÍK

Tórshavnar kommuna søkir vegna Frítíðarskúlan í Hoyvík, eftir námsfrøðingi í fast starv á 25 tímar vikuliga, at byrja 14. august 2019. Um námsfrøðingur ikki verður settur, er møguleiki at seta hjálparfólk í tíðarsett starv til 26. juni 2020.

Eisini verður søkt eftir hjálparfólki, at arbeiða uml. 20 tímar vikuliga frá 14. august 2019 til 26. juni 2020.

Námsfrøðingar, ið fáa prógv í summar eru vælkomnir at søkja.

VIT YNSKJA UMSØKJARAR SUM:

  • megna og vilja skapa mennandi, trygt og fjølbroytt virksemi
  • eru initiativríkir og vísa hetta í verki
  • eru sjálvstøðugir, álítandi og hava gott yvirlit
  • vilja arbeiða við børnum við serligum tørvi
  • síggja møguleikar, heldur enn forðingar
  • hava hug og evni at menna námsfrøðiliga 
    arbeiðið á stovninum
  • hava góð samstarvs- og samskiftisevni og megnar tí at virka fyri góðum samstarvi við foreldur, børn og starvsfelagar 

UM OKKUM
Í Frítíðarskúlanum í Hoyvík ganga børn úr 1. og 2. flokki úr Hoyvíkar skúla, eisini er eitt frítíðartilboð fyri børn úr 3. flokki. Somuleiðis ganga børn úr serstovuni í Hoyvíkar skúla í frítíðarskúla. Í hølunum er eisini ungdómshúsið í Hoyvík – KLUBB 188.

Í Frítíðarskúlanum í Hoyvík starvast í løtuni 15 starvsfólk, bæði námsfrøðingar og hjálparfólk.

Um áhugi er, og umstøður loyva tí, er eisini møguleiki at arbeiða í ungdómshúsinum í Hoyvík.
KLUBB 188 er opið 3 kvøld um vikuna. Arbeiðstíðin er í miðal uml. 7-10 tímar vikuliga.

SETANARVIÐURSKIFTI

Størvini verða sett sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið.

UMSÓKN
Umsókn saman við viðkomandi upplýsingum, verður at senda til torshavn@torshavn.fo ella til Tórshavnar kommunu, Vaglið 32, 100 Tórshavn, í seinasta lagi mikudagin 29. mai 2019.

MEIRA FÆST AT VITA
um starvið við at venda sær til Bjarna Beder, stovnsleiðara, á telefon 214789 ella bjarnibe@torshavn.fo – sí meira um stovnarnar her: www.facebook.com/ftshoyvik og https://www.facebook.com/ungdomshusidKLUBB188/

To apply for this job email your details to torshavn@torshavn.fo