Námsfrøðingur til Áarlon

  • Fulla tíð
  • Kvívík

Website Áarlon

– heimsins týdningarmesta starv

Kvívíkar kommuna søkir vegna Dagstovnin Áarlon eftir einum námsfrøðingi til barnagarðin. Starvið er 35 tímar um vikuna.

Barnagarðurin er skipaður í eina verkstaðsskipan, ið merkir at ymsu stovurnar hava ymiskar funktiónir/aktivitetir, sum øll børnini hava atgongd til, soleiðis at børnini fáa fleiri møguleikar at virka í. Í skipanini eru tríggjar stovur við tilsamans 36 børnum, ið vera býtt í ein yngstabólk, ein miðlingabólk og ein elstabók  og hesar stovur virka sum ein eind. Skipanin er ein fólkaræðisligur karmur, ið skal tryggja børnunum samavgerð og ávirkan á egnan gerandisdag. Karmurin um okkara verkstaðsskipan skal geva rúm fyri at børn og vaksin kunnu hugsa kreativt; kunnu arbeiða við verkætlanum; kunnu hugsavna okkum um tað, ið upptekur okkum; kunna granska í tí, ið vit halda vera áhugavert og at vit kunna hava ávirkan á innihaldi í okkara gerandisdegi.

Málsetningur okkara er at skapa tryggar, mennandi, spennandi, kreativar og lærandi umstøður fyri børn og vaksin.

Vit vænta, at tú:

  • Ert umsorganarfull/ur og ábyrgdarfull/ur
  • Ert virkisfús/ur og nærlagdur
  • Megnar at arbeiða sjálvstøðugt
  • Ert sinnað/ur at samstarva og finna loysnir í einum fjølbroyttum gerandisdegi
  • Ert við til at tryggja børnunum ein innihaldsríkan gerandisdag, ið er merktur av virðing og samavgerð

Lønar og setanartreytir:

Størvini verða sett frá 15. oktober ella eftir nærri avtalu.

Løn og setanarviðurskifti er sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelag Føroya.

Um námsfrøðingar ikki søkja, kunnu hjálparfólk verða sett í tíðaravmarkað starv.

Meira kann fáast at vita um størvini við at ringja til Gunnvá Edvardsdóttir, leiðara, á telefon tlf. 292412

Umsóknir við prógvum, viðmælum og CV skulu vera stovninum í hendi seinast sunnudagin 23. september 2018.

Dagstovnurin Áarlon

Frammi í Forna 1

340 Kvívík

stovnur@kvivik.fo

To apply for this job email your details to stovnur@kvivik.fo