Námsfrøðingur til Barnagarðin í Gerðinum

  • Niðursetta tíð
  • Anywhere

Skopunar kommuna sóknast vegna Barnagarðin í Gerðinum eftir námsfrøðingi.

VIT SÓKNAST EFTIR NÁMSFRØÐINGI:

Nú eru aftur fleiri børn í vøggustovuni, og tí verður søkt eftir námsfrøðingi at arbeiða 20 tímar um vikuna. Starvið er fyribils inntil 15. juli 2021. Væntað verður, at tann ið settur verður í starvið, kann byrja at arbeiða 1. mars,  ella sum skjótast aftan á tað.

LÝSING AV STOVNINUM:

Barnagarðurin er ein stovnur, har uml.  40 børn ganga. Ein stova er til vøggustovubørn og tvær stovur til barnagarðsbørn. Aftan á skúlatíð er eisini ein lítil bólkur við frítíðarskúlabørnum.

Starvsfólkabólkurin, sum nú kemur at telja 13 starvsfólk, er samansettur av dugnaligum námsfrøðingum, væl royndum hjálparfólkum og onkrum nýggjari. Á stovninum verður m.a. dentur lagdur á, at geva starvsfólkunum møguleika fyri fakligari menning.

Stovnurin er væl normeraður, og tíð er sett av til fyrireiking/eftirmeting.

Barnagarðurin liggur mitt í bygdini, og hevur stórt uttanumøki við nýggjum spæliplássi, og stutt er til náttúruna, sum vit brúka nógv. Haga, áir, vøtn, djóralív o.a.

Í ARBEIÐI OKKARA VERÐUR DENTUR LAGDUR Á:

  • At virka í tráð við námsætlan stovnsins og námsfrøðilig stevnumið
  • At møta barninum, har tað er í menningini
  • Fría spælið
  • Kropp og rørslu
  • Mál og mentan

VIT VÆNTA AV TÆR:

  • At tú ert fyrikomandi og samstarvssinnaður
  • At tú kanst virka í tráð við námsætlan stovnsins
  • At tú sært møguleikar fram um forðingar
  • At tær dámar at vera úti í náttúruni

Ynskir tú at vita meira um starvið, er tú vælkomin at ringja til leiðaran Sigrid Petersen á tel. 216202.

SETANARVIÐURSKIFTI:

Løn sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelag Føroya.

Um eingin námsfrøðingur søkir, kann hjálparfólk verða sett eftir nærri avtalu.

Um hetta er nakað fyri teg, so send eina umsókn til: gerdinum1@office.fo í seinasta lagi 22. Februar  kl. 12.00.

To apply for this job email your details to birita@pedagogfelag.fo