Námsfrøðingur til Barnahúsið Imba

Hvannasunds kommuna

Barnahúsið Imba søkir eftir einum pedagogi til eitt stuðuls starv, men um eingin pedagogur søkir verður hjálparfólk sett ístaðin.

 

Barnahúsið IMBA lat upp 1. apríl 2012.

Í barnahúsinum IMBA hava vit børn í: vøggustovu, barnagarði, forskúla og frítíðarskúla.

 

Vit kunnu bjóða tær:

eitt starv á 20 tíma viku, frá 15. August 2019 til 30. Juni 2020, báðir dagar íroknaðir.

Starvið er til frítíðarskúlan, so allir dagar liggja seinnapart og áleið tveir dagar byrja kl. 11:15.

Sí annars undir Starvsstaður.

 

Søkt verður eftir einum stuðli, sum:

  • Hevur, mildleika, virðing og umsorgan fyri tí          
  • einstaka barninum, foreldrum og starvsfeløgum
  • er jaligt, tekur ábyrgd og hevur góð samstarvsevnir.
  • hevur hug og áræði at skapa ein fjølbroyttan, mennandi, tryggan og stuttligan gerandisdag saman við børnunum

 

er sjálvstøðugt, álítandi, nærverandi og nærlagt.

 

sær møguleikar fram um forðingar.

 

Vit kunnu bjóða:

  • ein nýggjan stovn við arbeiðssomum starvsfólki
  • ein stovn við góðum uttandura spæliplássi
  • ein stovn, ið liggur mitt í náttúruøki, beint millum haga, fjøru og fótbóltsvøll

 

Setanarviðurskifti:

Lønar- og setanartreytir sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið

 

Starvsstaður er Barnahúsið IMBA,

tann, ið settur verður, skal kunna starvast við øllum børnunum á stovninum, og um stovnurin hevur tørv á tí, má starvsfólkið kunna flyta ímillum stovurnar

 

Umsókn við prógvi, og møguligum viðmælum/royndum skal vera okkum í hendi í seinasta lagi 11.07. 2019, kl. 12:00

Nærri kunning um starvi fast við at ringja til leiðaran, tlf. 735891

Umsóknin skal sendast til:

t-post: barn@hvannasund.fo

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

To apply for this job email your details to barn@hvannasund.fo