Námsfrøðingur til Blákolluna

  • Tíðaravmarkað
  • Klaksvík

– Blákollan søkir eftir einum námsfrøðingi at starvast 30 tímar um vikuna. Starvið er tíðaravmarkað, fyri starvsfólk í farloyvi, frá 04. Januar 2021 til 30. Desember 2021. Talan er um eitt starv í barnagarðsstovu við 20 børnum.

Blákollan bjóðar tær
• Ein stovn, har tú kanst seta tín dám á gerandisdagin
• 48 fitt børn, ið fegin vilja vera kreativ saman við tær
• Ein góðan starvsfólkahóp og virkið foreldraráð
• Ein ráðleggingardag um árið, har stovnurin er stongdur, og arbeitt verður við ymiskum námsfrøðiligum evnum, umframt tíð til fyrireiking
• Ein stovn, ið arbeiðir út frá eini menningarætlan , ið kann verða vegleiðandi og stimbrandi fyri teir ymsu aldursbólkarnar

Vit vænta av tær
• At tú kanst virka í góðum samstarvi við starvsfelagar, børn og foreldur
• At tú ert álítandi og ábyrgdarfull/ur
• At tú ert sjálvstøðug/ur og hevur yvirlit
• At tú kanst menna og stimbra børnini í teirra gerandisdegi
• At tú ert nærverandi, vísir áhuga og góðan hugburð til arbeiðið
• At tú hevur hug at brúka náttúruna sum ein part av arbeiðinum

Lønar- og setanarviðurskifti

Lønar- og setanarviðurskifti eru sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið.

Umsókn saman við prógvi og møguligum viðmælum, skal vera okkum í hendi í seinasta lagi hósdag 10. desember 2020.

Umsóknir skulu sendast til starv@klaksvik.fo, ella sendast til Klaksvíkar kommunu, Nólsoyar Pálsgøtu 32, 700 Klaksvík. Um so er, at námsfrøðingur ikki søkjur, kann hjálparfólk verða sett í tíðaravmarkað starv. Um tú vilt vita meira um starvið, ert tú vælkomin at ringja til Susan Hansen, leiðara á tlf. 22 92 74.

Um Blákolluna
Blákollan er ein kommunalur stovnur, ið lat upp 1. januar 2001. Stovnurin er staðsettur á Kjalarvegnum í Klaksvík, og er innrættaður í trimum hæddum við einari stovu á hvørjari hædd. Stovnurin hevur vøggustovu, smábarnastovu og barnagarðsstovu og fevnir soleiðis um børn í aldrinum 0-6 ár.

To apply for this job email your details to starv@klaksvik.fo