Námsfrøðingur til Býlingshúsið á Ternuryggi

  • Tíðaravmarkað
  • Tórshavn

Website Býlingshúsið á Ternuryggi

Hevur tú hug at gerast partur av einum góðum starvsfólkahópi, har vit saman skapa ein tryggan og mennandi dag fyri børn okkara? Vit á Ternuryggi søkja eftir námsfrøðingi til stovnin, ið telur 14 starvsfólk og 50 børn.

Vit sóknast eftir

Einum námsfrøðingi at arbeiða í vøggustovu, 30 tímar um vikuna, í 1 ár. Okkara starvsfelagið fer í barnsburðarfarloyvið í desembur. Starvsbyrjan er mánadagin 13. desembur, 2021, ella eftir nærri avtalu. Starvsendi er fríggjadagin 9. desembur, 2022.

Søkir ongin námsfrøðingur, kann hjálparfólk setast.

Soleiðis arbeiða vit

Vit leggja dent á at børn okkara verða sædd, hoyrd og fáa mennandi avbjóðingar. Vit arbeiða fyri einum góðum foreldrasamstarvi, og síggja hettar sum ein týðandi part av tryggleikanum og menningini hjá barninum. Hartil leggja vit dent á fakliga menning, eitt stuttligt og hugnaligt arbeiðsumhvørvi, sum við virðing hvør fyri øðrum rúmar ymisleika.

Hvørju eru vit

Vit eru ein starvsfólkahópur, sum á hvør sín serliga hátt eru ágrýtin, dugnalig og fakliga væl fyri. Vit eru til staðar, áhugað í tær og teimum børnum vit ansa. Vit kjakast, kveikja og stuðla hvørjum øðrum. Tú fært røttu upplæring við starvsbyrjan, har vit eisini syrgja fyri tínum trivnaði á okkara stovni.

Setanarviðurskifti

Løn sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið.

Umsókn

Umsókn, prógv og møgulig viðmæli, skal sendast til torshavn@torshavn.fo í seinasta lagi týsdagin 26. oktobur, 2021.

Vilt tú vita meira

Meira fæst at vita um starvið og stovnin við at venda sær til Árnmar Mellemgaard, leiðara, á telefon 513269.

To apply for this job email your details to torshavn@torshavn.fo