NÁMSFRØÐINGUR TIL FJALLAFÍPUNA

  • Niðursetta tíð
  • Klaksvík

Søkt verður eftir námsfrøðingi til barnagarðsstovu. Starvið er 30 t/v ella eftir nærri avtalu. Í Fjallafípuni ynskja vit starvsfólk, ið vilja virka fyri einum høgum fakligum støði, har náttúran verður brúkt sum ein týðandi partur. Tí er tað altavgerðandi, at tú sært møguleikar og hevur tokka til útilív. Í okkara námsfrøðiliga arbeiði, leggja vit stóran dent á at arbeiða við menningarætlani, inklusjón, viðurkennnandi námsfrøði og Betri vinir.

Vit vænta, at tú:

·       ert opin, erlig-/ur og fyrikomandi.
·       megnar at samskipa stovuvirksemi í samstarv við onnur starvsfólk.
·       hugsar tilvitað um menningina hjá tí einstaka barninum.
·       leggur teg eftir at geva barninum ein innihaldsríkan gerandisdag.
·       ynskir at arbeiða við og eftir teimum málum, ið sett eru fyri stovnin.

Setanarviðurskifti:
Størvini verða sett sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið (KAF).  Hevur tú spurningar, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Niels Juel Arge, leiðara, á telefon 284538 ella umvegis teldupost: fjallafipan@klaksvik.fo

Umsókn:
Umsóknir saman við avriti av prógvi, ummæli, lívslongdarlýsing o.ø. skal vera stovninum í hendi í seinasta lagi 9 desember kl. 12.00. Umsóknin skal sendast til starv@klaksvik.fo ella í brævi til: Klaksvíkar kommunu, Nólsoyar Pálsgøta 32, 700 klaksvík. Setanarsamrøður verða eftir ætlan í viku 51. Um eingin námsfrøðingur søkir starvið, verður hjálparfólk sett í eitt tíðaravmarka starv. Starvsbyrjan er 4. januar 2021.

Um Fjallafípuna
Fjallafípan er ein kommunalur dagstovnur við 70 børnum í aldrinum 5 – 7 ár. Fjallafípan er staðsett „Úti í Grøv“, har viðarlundin, áin, fjøran og hagin eru í nærumhvørvinum. Hesar umstøður eru ein náttúrligur partur av tí námsfrøðiliga arbeiðnum í Fjallafípuni og gevur børnunum góðar og øðrvísi møguleikar fyri stimbran og menning.

To apply for this job email your details to fjallafipan@klaksvik.fo