Innrita
Tel 35 75 76

NÁMSFRØÐINGUR TIL FRÍTÍÐARSKÚLAN Í HOYVÍK

NÁMSFRØÐINGUR TIL FRÍTÍÐARSKÚLAN Í HOYVÍK

Skrivað hevur: Martin N. Simonsen   tann: 25.01.2018  

Tórshavnar kommuna søkir eftir námsfrøðingi til frítíðarskúlan í Hoyvík, at byrja 12. februar 2018 at arbeiða 25 tímar um vikuna.

Um námsfrøðingur ikki verður settur, so er møguleiki at seta hjálparfólk ístaðin.

VIT YNSKJA UMSØKJARAR:
- sum megna at skapa mennandi, trygt og fjølbroytt virksemi
- sum eru initiativríkir
- sum eru sjálvstøðugir, álítandi og hava gott yvirlit
- sum síggja møguleikar, heldur enn forðingar
- sum hava góð samstarvs- og samskiftisevni og megnar tí at virka fyri góðum samstarvi við foreldur, børn og starvsfelagar

Í Frítíðarskúlanum í Hoyvík ganga børn úr 1. og 2. flokki úr Hoyvíkar skúla, eisini er eitt frítíðartilboð fyri børn úr 3. flokki.

Somuleiðis ganga børn úr serstovuni í Hoyvíkar skúla í frítíðarskúla.

Um áhugið er, og umstøður loyva tí, so er møguleiki at arbeiða í ungdómshúsinum í Hoyvík – KLUBB 188 eisini. Arbeiði í KLUBB 188 er um kvøldið og er tímalønt - uml. 10 tímar vikuliga.

SETANARVIÐURSKIFTI
Starvið verður sett sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið.

UMSÓKN Umsókn saman við viðkomandi upplýsingum, verður at senda til torshavn@torshavn.fo ella til Tórshavnar kommunu, Vaglið 32, 100 Tórshavn, í seinasta lagi 6. februar 2018.

MEIRA FÆST AT VITA um starvið við at venda sær til Bjarna Beder, stovnsleiðara, á telefon 214789 ella bjarnibe@torshavn.fo - sí meira um stovnin her: www.facebook.com/ftshoyvik


Tak starvslýsingina niður her

Aftur