Námsfrøðingur til Frítíðarskúlan við Stórá S

  • Niðursetta tíð
  • Runavík

Website Runavíkar kommuna

Søkt verður eftir námsfrøðingi til Frítíðarskúlan við Stórá at byrja 01.01.2020, ella so skjótt sum tilberð.

Frítíðarskúlin liggur í Rituvík og er stovnur undir Runavíkar kommunu.

Á stovninum ganga 95 frítíðarskúlabørn.

• Starvið er 30 tímar um vikuna og verður sett á stovnin, har arbeiðstíðin er skiftandi ímillum kl 09.00 – 17.00, og tá skúlin hevur frí ímillum kl 7.30-17.00

• Starvið verður sett sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelag Føroya á lønarstigi 11-22,

• Um eingin námsfrøðingur søkir, verður hjálparfólk sett í tíðaravmarkað starv.

Vit ynskja at umsøkjarin:

• Er áhugaður at arbeiða við børnum í aldrinum 5 – 9 ár
• Er íðin, nærlagdur og álítandi
• Hevur góð samstarvsevnir
• Hevur umsorgan og virðing fyri børnunum og vaksnum
• Dugur at skipa fyri fjøltáttaðum, mennandi, og kveikjandi upplivingum og spennandi avbjóðandi tilboðum til hendan barnabólk í einum tryggum og góðum umhvørvi.

Umsóknir og umsóknarfreist

Søk á netinum á www.runavik.fo.
Umsøknarfreistin er mikudagin 11.12.2019
Nærri fæst at vita um starvið, við at venda sær til Hans Andrias Olsen leiðara tlf 216630.

To apply for this job email your details to runavik@runavik.fo