Námsfrøðingur til Frítíðarskúlan við Stórá

  • Niðursetta tíð
  • Rituvík

Website Runavíkar Kommuna

Søkt verður eftir námsfrøðingi til Frítíðarskúlan við Stórá, at byrja 12.08.2019 ella eftir nærri avtalu.

Frítíðarskúlin er staðsettur í Rituvík og er tann kommunali frítíðarskúlin í Runavíkar Kommunu. Eftir summarsteðgin ganga uml.100 børn í Frítíðarskúlanum. Umstøðurnar eru sera góðar, við góðum inni og úti – øki.

  • Starvið er 25 t. um vikuna, við møguleika fyri at fáa fleiri tímar og verður sett á stovnin. Arbeiðstíðin er skiftandi ímillum kl 09.30 – 17.00, og tá skúlin hevur frí ímillum kl 7.30-17.00
  • Starvið verður sett sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelag Føroya á lønarstigi 11 – 22.
  • Um eingin námsfrøðingur søkir, verður hjálparfólk sett í tíðaravmarkað starv.

Vit ynskja at umsøkjarin:

  • Vil arbeiða í einum funktiónsuppdeildum umhvørvi, við frítíðarnámsfrøði har aldursbólkurin er 6 – 9 ár
  • Dugur at skipa fyri fjøltáttaðum, mennandi, og kveikjandi upplivingum og spennandi avbjóðandi

    tilboðum til hesar aldursbólkar í einum tryggum og góðum umhvørvi

  • Er rúmligur, íðin, nærlagdur og álítandi
  • Kann arbeiða sjálvstøðugt og hevur góð samstarvsevnir
  • Hevur umsorgan og virðing fyri børnum og vaksnum

Umsóknir og umsóknarfreist

Søk á netinum á www.runavik.fo ella við at fara inn á linkið https://app.jobmatchprofile.com/67kuuq í seinasta lagi 02.08.2019

Nærri fæst at vita um starvið, við at venda sær til Sonju Olsen leiðara tlf 216630.

To apply for this job please visit app.jobmatchprofile.com.