Námsfrøðingur til sertoymi í Smílibýlinum

Website Frítíðarskúlin Smílibýli

Tórshavnar kommuna søkir vegna Frítíðarskúlan Smílibýlið eftir Námsfrøðingi, at arbeiða 25-27 tímar um vikuna í sertoymi, at byrja 25.01.22. Eisini søkja vit eftir avloysarar.

Verður námsfrøðingur ikki settur, kann hjálparfólk verða sett í starv.

Smílibýlið er frítíðarskúli fyri børn í 1.- og 2. flokki úr Eysturskúlanum. Vit leggja dent á at øll skulu trívast og verða ein partur av tí góða felagsskapinum, og at øll hava møguleika at brúka sínar styrkir og førleikar.

Vit hava eitt frítíðarskúlatilboð til børnini ið ganga í serflokkinum heimahoyrandi í Eysturskúlanum. Í løtuni er talan um fimm børn í 1.-og 2. flokki.

Høvuðsuppgávan hjá sertoyminum er at skipa eitt gott tilboð fyri hesi børn, og at sameina tey við barnabólkin í Smílibýlinum.

Á stovninum er fjølbroytt virksemi. Har er tónleikarúm, rørslurúm og verkstaður. Fleiri smá rúm gera tað møguligt at hava smáar eindir, har børnini kunnu finna ró og hugsavna seg í spæli. Harumframt eru vit javnan túrar út av húsinum.

Vit søkja eftir fólkum ið eru nærverandi, vilja arbeiða fyri at børnini fáa ein góðan og innihaldsríkan dag, og hava áhuga í virkseminum í frítíðarskúlanum. Harumframt vænta vit, at tú tekur ábyrgd, ert jalig/ur, ert fleksibul í mun til arbeiðsuppgávur, ert aktiv/ur saman við børnunum, hevur góð samstarvs- og samskiftisevni, og megnar at virka fyri góðum samstarvi við foreldur, børn og starvsfelagar.

Setanarviðurskifti

Størvini verða sett sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelag Føroya

Umsókn

Saman við viðmælum, upplýsingum um útbúgving og royndir skal sendast til torshavn@torshavn.fo, ella til 32 Vaglið, 100 Tórshavn, í seinasta lagi 20.01.22. Viðmerk ”Smílibýlið”

Meiri fæst at vita

Um starvið við at venda sær til Allan Mortensen, stovnsleiðara, telefon 210045.

To apply for this job email your details to torshavn@torshavn.fo