Sankta Jósefs Barnagarður søkir eftir námsfrøðingi.

  • Niðursetta tíð
  • Tórshavn

Website Santka Jósefs Barnagarður

Hevur tú hug at gerast partur av okkara starvsfólkahópi?

Okkum tørvar:

  • 1 námsfrøðing 33 t. um vikuna

 

Starvið verður sett frá 1. Novembur 2020 ella eftir nærri avtalu.

 Vit kunnu bjóða

Sankta Jósefs Barnagarður er elsti barnagarður í Føroyum. Stovnurin er mitt í býnum, við góðum, fjølbroyttum uttandura leikumhvørvi, tætt við viðarlundina, ítróttarøki í Gundadali, Steinatún o.m.a. Vit kunnu bjóða eitt áhugavert starv, við vælvirkandi starvsfólkatoymum og einum fjølbroyttum gerandisdegi.

Sum námsfrøðingur verður tú knýttur at einari av stovum okkara, har tú kemur at arbeiða tætt saman við hinum starvsfólkunum. Harumframt leggja vit stóran dent á gott samstarv tvørtur um stovurnar.

Vit vænta av tær at tú:

  • kanst virka á einum høgum fakligum stigi í trá við námsætlan stovnsins
  • ert fyrikomandi og samstarvsinnað/ur
  • leggur dent á at skapa góðar relatiónir
  • tekur ábyrgd, ert sjálvstøðug/ur og hevur gott yvirlit
  • dugir at grunda/reflektera yvir egið arbeiði
  • hevur hug og áræði at skapa ein fjølbroyttan og spennandi gerandisdag
  • at tú ert við at menna námsliga arbeiði á stovninum
  • at tú sært møguleikar heldur enn forðingar

Meira kunning um stovnin sæst á www.sanktajosef.fo

Um námsfrøðingur ikki søkir, verður hjálparfólk sett í tíðaravmarkað starv. Meira fæst at vita um starvið, við at venda sær til Eyðnu Joensen, stovnsleiðara tlf  212851. Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði.

Setanarviðurskifti

Starvið verða sett sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala arbeiðsgevarafelag Føroya. Umsókn, saman við prógvi, lívsgongdarlýsing og møguligum viðmælum, verður send til:

sktjosef@olivant.fo

Umsóknin skal verða okkum í hendi í seinasta lagi mikudagin 28.10.20

To apply for this job email your details to sktjosef@olivant.fo