Søkt verður eftir námsfrøðiligum stuðli til Stranda Skúla

  • Niðursetta tíð
  • Strendur

Stranda skúli søkir eftir einum námsfrøðiligum stuðli at byrja mánadagin 21. oktober ella skjótast møguligt eftir tað. Lønarbrotið er 0,5.

Starvið sum námsfrøðiligur stuðul er lønt sambært avtalu millum Føroya Pedagogfelag og Fíggjarmálaráðið.

Umsóknir

Umsóknir við c.v., avriti av prógvum og møguligum ummælum skulu vera skúlastjóranum,

Hans Petur Jacobsen,

Strandatún 17

490 Strendur,

hans.petur.jacobsen@skulin.fo

í hendi í seinasta lagi hósdagin 17. oktober 2019 kl. 12.00.

 

Fleiri upplýsingar um starvið fást við at ringja til skúlastjóran, Hans Petur Jacobsen, tlf. 232730.

 

Stranda skúli hevur hetta skúlaárið um 140 næmingar 18 lærarar. Meira er at lesa um skúlan á heimasíðuni www.strandaskuli.fo

 

 

 

 

 

To apply for this job email your details to hans.petur.jacobsen@skulin.fo