Innrita
Tel 35 75 76

Starvsfólk til dagstovnin í Øksnagerði

Starvsfólk til dagstovnin í Øksnagerði

Skrivað hevur: Martin N. Simonsen   tann: 12.04.2018  

Søkt verður eftir námsfrøðingum, hjálparfólkum, køksfólki og reingerðisfólki
Námsfrøðingar og hjalparfólk.

Søkt verður eftir trimum námsfrøðingum til serstovuna Bólið í dagstovninum í Øksnagerði at arbeiða 32-35 tímar um vikuna frá 6. august 2018 ella eftir nærri avtalu.

Um námsfrøðingar ikki verða settir, kunnu hjálparfólk verða sett í tíðaravmarkað starv.

Bólið er ein serstova til barnagarðsbørn, sum hava kontakt og samskiftis trupulleikar.

Arbeiði í Bólinum er væl skipað, og vit nýta t.d. Boardmaker myndir, so dagurin gerst meira týðiligur fyri børnini. Tað er ein fyrimunur, um tú hevur royndir og vitan innan autismu.

Søkt verður eisini eftir einum námsfrøðingi at arbeiða 30 tímar um vikuna, einum hjálparfólki at arbeiða 30 tímar um vikuna og tveimum hjálparfólkum at arbeiða 26 tímar um vikuna í barnagarðsstovu at byrja 6. august 2018 ella eftir nærri avtalu.

VIT KUNNU BJÓÐA:
Eitt áhugavert og týdningarmikið starv í einum dagstovni, har vit leggja stóran dent á at geva børnunum eitt trygt og mennandi umhvørvi at trívast og mennast í. Vit leggja dent á at arbeiða við viðurkennandi námsfrøði, rørslum og góðum relatiónum millum børn, foreldur og starvsfólk.

VIT VÆNTA AT:
- tú ert fakliga væl fyri og dugir væl at samstarva og samskifta
- tú hevur hug og evni at menna námsfrøðiliga arbeiðið á stovninum
- tú ert álítandi og megnar at taka ábyrgd og hevur gott yvirlit
- tú ert tolin og nærverandi
- tú vil vera við til at geva børnunum ein tryggan og mennandi gerandisdag

SETANARVIÐURSKIFTI
Størvini verður sett sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelag Føroya.

KØKSFÓLK OG REINGERÐISFÓLK
Søkt verður eisini eftir einum køksfólki at arbeiða 14 tímar um vikuna og einum reingerðisfólki at arbeiða 15 tímar um vikuna at byrja 1. mai ella eftir nærri avtalu.

SETANARVIÐURSKIFTI
Størvini verða sett sambært sáttmála millum Havnar Arbeiðskvinnufelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelag Føroya.

UMSÓKN
Umsókn saman við viðmælum, upplýsingum um útbúgving og royndir skulu sendast til Tórshavnar kommunu, Postboks 32, 110 Tórshavn, ella sum teldubræv til torshavn@torshavn.fo í seinasta lagi sunnudagin 22. apríl 2018.

NÆRRI FÆST AT VITA
Meira fæst at vita um størvini við at venda sær til Sóleyð Í. Hermansen, stovnsleiðara, telefon 219959 ella Kára Skýlindal, varaleiðara, telefon 278014.
Aftur