Starvsfólk  til dagstovnin “Kambur”, at byrja 10. august 2020

  • Annað
  • Anywhere

Kambur er stovnur, ið veitir heildags tilboð til 6 ára gomul børn og frítíðarskúlabørn.

Vit sóknast eftir  námsfrøðingum, ið hava dirvið at seta dagsskránna, bæði fyri tey 6 ára gomlu og frítíðarskúlabørnini.

Vit vænta at tú:

  • ert álítandi, tekur ábyrgd og dugir at seta tær mál
  • í arbeiðinum hevur umsorgan fyri tí einstaka barninum
  • ert jalig/ur
  • góð samstarvsevnir, bæði við starvsfelagar og foreldur
  • at tú sært møguleikar, sum náttúran bjóðar og brúkar teir í dagliga arbeiðinum
  • dámar væl at vera úti/uttandura virksemi

Vit bjóða eitt spennandi starv, ið støðugt er í menning, har tú kanst verða við at mynda og seta tín dám á stovnin. “Kambur” liggur í einum náttúruríkum umhvørvi, har ið náttúran náttúrliga setur sín dám á gerandisdagin.

Talan er um:

  • 1 starv á 40 tímar ætlað námsfrøðingi.
  • 2 størv á 35 tímar ætlað námsfrøðingum.

Setanarviðurskifti

Løn sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelag Føroya.

Arbeiðstíð, mánadag til fríggjadag 07.30 – 17.00.

Um eingin námsfrøðingur søkir verða hjálparfólk sett tíðaravmarkað.

Skrivlig umsókn skal verða Fuglafjarðar kommunu í hendi í seinasta lagi týsdagin

15 juli 2020 kl. 12. Eisini ber til at senda teldupost til info@fuglafjordur.fo.

Fuglafjarðar kommuna

Ennivegur 38

Fo-530 Fuglafjørður

Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Bjørghild Arnholdtsdóttir, leiðari, telefon 238092

Vit sóknast eftir starvsfólki:
– ið hevur umsorgan fyri børnunum.
– ið bæði kann arbeiða sjálvstøðugt og í toymi.
– ið er týðilig í samskifti og leggur dent á gott samstarv.
– ið hevur arbeiðsroyndir, sum kunnu nýtast í dagliga arbeiðinum.
– ið er eldhuga og konstruktivt.
– ið sær møguleikar fram um mørk.
Vit kunnu bjóða tær:
– Áhugavert og avbjóðandi starv
– fjølbroyttar arbeiðsuppgávur.
– eitt starv, har tú kanst nýta tínar dygdir, hava ávirkan og samstundis menna teg sjálvan.
– sernámsfrøðiliga ráðgeving.

 

To apply for this job email your details to info@fuglafjordur.fo