Tíðaravmarkað starv sum námsfrøðiligur stuðul.

  • Tíðaravmarkað
  • Kaldbak

Kaldbaks skúli

Kaldbaks skúli er ein trýflokkaður skúli frá 1. – 7. flokk

Kaldbaks skúli søkir eftir einum námsfrøðiligum stuðli komandi skúlaár.

Søkt verður eftir einum námsfrøðiligum stuðli í tíðaravmarkað starv skúlaárið 2019/20.

Stuðulin skal í samráð við lærara og leiðslu stuðla skúlagongdini hjá næmingi.

Søkt verður eftir stuðli sum:

  • undir ábyrgd leiðslunnar tekur ábyrgd í dagliga virksemi skúlans
  • er rúmlig/ur og hevur ein jaligan hugburð mótvegis næmingum
  • dugur at samstarva
  • áhaldandi ynskja at menna seg sjálvan og skúlan

Lønar- og setanartreytir

Starvið sum stuðul verður lønt sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Føroya Pædagogfelag.

Námsfrøðilig stuðulsstørv verða lønt í lønarflokki 11-21 (frá 11-22 frá 1. oktober í 2019.)

Hjálparfólk verða flokkað í lønarflokki 3-8 (frá 3-9 frá 1. oktober í 2019)

Tann, ið settur verður í starv, skal hava námsfrøðiliga útbúgving. Søkir eingin við skikkaðari útbúgving, kann hjálparfólk verða sett í staðin.

Umsøkjarar, ið hava arbeiðsroyndir í skúla ella frítíðarskúla hava fyrimun, men er ikki ein treyt.

Áhugað eru vælkomin at seta seg í samband við Fríðbjørg Hammer, fyrstalærara í Kaldbaks skúla á tlf 283213, eisini ber til at senda fyrispurningar sum teldupost.

Umsóknir við avriti av prógvum, c.v. og møguligum ummælum skulu sendast til fridbjoerg.hammer@skulin.fo  í seinasta lagi 5. sept 2019 kl 12.00

Vinaliga

Fríðbjørg Hammer

Fyrstilærari í Kaldbaks skúla

Tlf 283213

To apply for this job email your details to fridbjoerg.hammer@skulin.fo