Tíðaravmarkað starv sum námsfrøðingur í Sankta Frans skúla

  • Niðursetta tíð
  • Tórshavn

Website Sankta Frans skúli

Endurlýsing

Vegna ov fáar umsóknir verður starvið sum námsfrøðingur á Sankta Frans skúla endurlýst.

Søkt verður eftir námsfrøðingi í tíðaravmarkað starv, frá 12.desember 2022 til 23.juni 2023.

Tann, ið settur verður í starv, skal hava námsfrøðiliga útbúgving. Royndir, sum stuðul, er ein fyrimunur.

Um eingin námsfrøðingur søkir, verður starvið skipað, sum hjálparfólkastarv.

Skúlin liggur mitt í høvuðsstaðnum, og eru allir hugsandi hentleikar beint við. Harafturat er viðarlundin okkara næsti granni, og her eru sanniliga nógvir møguleikar til at ríka um dagin hjá næmingunum.

Um starvið:

  • Stuðlin kemur at arbeiða í einum stuðulstoymi. Toymið samstarvar við Førleikastovuna, leiðsluna og flokslærararnar hjá teimum næmingunum, ið hava brúk fyri stuðli.
  • Stuðlarnir koma at skipa verkstøð við fakligum og kreativum innihaldi. Harafturat koma stuðlarnir at arbeiða úti í flokkunum við einstøkum næmingum.

tann, ið settur verður, skal:

  • Duga væl at samstarva, vera fyrikomandi og sýna jaligan hugburð mótvegis næmingunum.
  • Verða fúsur at taka á seg tær uppgávur, sum eru í skúlanum.
  • Vera stundisligur og nærlagdur.

Lønar- og setanartreytir Starvi verður sett sum sáttmálasett starv við setanarbrotið 0.75, og er tað lønt sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Føroya Pedagogfelag. Námsfrøðingar verða løntir í lønarflokki 11-24. Hjálparfólk verða lønt í lønarflokki 3-9. Barnaváttan verður kravd í samband við setanina

Umsóknir

Umsóknir við avriti av prógvi, c.v. og møguligum viðmæli skulu vera skúlaleiðaranum í hendi í seinasta lagi mikudagin 06.12.2022 kl. 12.00. Umsóknir verða sendar til:

Aslaug Olsen, skúlastjóri

T-post: aslaug.olsen@skulin.fo

Nærri kunning um størvini fæst við at ringja til

Aslaug Olsen, skúlastjóra, 282536 ella Ester Poulsen, varaskúlastjóra 519530

To apply for this job please visit skulin.fo.