Innrita
Tel 35 75 76

Námsfrøðingur til Býlingshúsið Undir Brúnni

Námsfrøðingur til Býlingshúsið Undir Brúnni

Skrivað hevur: Martin N. Simonsen   tann: 26.01.2018  

Tórshavnar kommuna søkir vegna Býlingshúsið Undir Brúnni eftir einum námsfrøðingi, at byrja 1.feb. 2018.


VIT SÓKNAST EFTIR EINUM NÁMSFRØÐINGI

1 námsfrøðingi 35 tímar um vikuna, til vøggustovu

Starvi eru til setan 1.jan. ella eftir nærri avtalu. Møguleiki er fyri minni/meira tímatali um vikuna. Um ongin námsfrøðingur søkur, verður hjálparfólk verða sett í tíðaravmarkaða starv.

HVØRJI ERU VIT?
Býlingshúsið undir Brúnni er ein integreraður stovnur við børnum í aldrinum 0-7 ár.


Uppiá eru tvær vøggustovustovur og niðriundir eru tvær barnagarðsstovur. Stovurnar hava eitt tætt námsfrøðiligt arbeiði í dagligdegnum m.a. við sparring, aktivitetum, túrum og ymiskum verkstøðum í gjøgnum árið.

Eisini hava vit ein stóran og fjølbroyttan garð, við vallalendi og rennandi á í garðinum og gevur barninum nógvar og góðar avbjóðingar. Vit liggja í einum friðarligum økið og hava stutta leið út í náttúruna og vit hava gott bussamband til allan býin.

VIT VANTA AV TÆR AT TÙ:
 ert blíð, fyrikomandi og hevur eitt gott yvirlit
 hevur góð samstarvsevnir og kanst arbeiða sjálvstøðugt
 ert við til at menna tað námsfrøðiliga arbeiði á stovninum
 dugir at grunda yvir egið arbeiði
 ynskir at vera ein partur av starvsfólkatoyminum
 við tímum dugna og fleksibiliteti ert við til at stuðla undir okkara trivna, menning og samstarv fyri tí einkulta barninum, foreldrunum og starvsfelagum

Hettar so at ØLL bæði børn, foreldur og starvsfólk vera sædd, hoyrd og tikin í álvara.

VIT BJÓÐA TÆR EITT TÝDNINGSRMIKIÐ STARV:
 har viðurkenning er grundarlagið fyri trivna, menning og samstarv fyri tí einkulta barninum, foreldrunum og starvsfelagum.
 fjølbroyttar og spennandi avbjóðingar í dagligdegnum har menningin av tí einstaka barninum, er ein týðandi partur í dagligdegnum har foreldrasamstarv hevur stóran týdning har tú hevur møguleika at seta tín dám á arbeiði.


SETANARVIÐURSKIFTI
Løn sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið.

UMSÓKN
Umsókn saman við upplýsingum um útbúgving, viðmælum og royndum verður at senda til torshavn@torshavn.fo, ella til Tórshavnar Kommunu, Postboks 32, 110 Tórshavn, í seinasta lagi mánadagin 4.feb. 2018 kl.12.00.

MEIRA FÆST AT VITA
Um starvið, og stovnin, við at venda sær til Eyð Skúvadal, Stovnsleiðara, telefon 319180 ella 510490 og við at vitja heimasíðu okkara www.undirbrunni.fo

Tak starvslýsingina niður her

Aftur