Innrita
Tel 35 75 76

Tveir námsfrøðingar til Alvalon í Sørvági

Tveir námsfrøðingar til Alvalon í Sørvági

Skrivað hevur: Martin N. Simonsen   tann: 22.03.2018  

Søkt verður eftir tveimum námsfrøðingum at arbeiða 30-35 tímar, at byrja 13. august 2018, ella eftir nærri avtalu.

Um stovnin
Stovnurin hevur tvær vøggustovur, tríggjar barnagarðsstovur, ein skúlabólk, frítíðarskúla og ungdómshús, har karmarnir eru góðir fyri børnini, tey ungu og starvsfólkini.
Námsfrøðiliga arbeiðið byggir í høvuðsheitum á ástøði hjá Lisu Ahlmann.

Arbeiðið fevnir um at vera saman við børnum og ungum:
-sosialt
-rørsluliga
-málsliga
-at skapa innihald í gerandisdegnum
-at samstarva við øll, sum hava sína dagligu gongd á stovninum.

Førleikakrøv
Tú skalt vera útbúgvin námsfrøðingur.
Um skikkaður námsfrøðingur ikki er til starvið, loyva vit okkum at endursøkja ella seta eitt hjálparfólk í tíðaravmarkað starv.

Væntanir
Væntað verður, at tú fylgir námsætlanini, virðisætlanini og mannagongdum, sum eru partur av stovninum.
Væntað verður, at tú hevur eina jaliga menniskjafatan, hevur góð samstarvsevni, kann arbeiða sjálvstøðugt, er opin og erlig/-ur, ert virkisfús/-ur og tolin, dugir at síggja menningarmøguleikar og at tú trívist við einum arbeiðsdegi, har arbeitt verður millum fleiri starvsfólk, børnum í ymiskum aldri og foreldur/avvarðandi.

Vit kunnu bjóða tær:
-eitt spennandi og dynamiskt arbeiðspláss
-at verða við í einum dugnaligum starvsfólkahópi
-eitt umhvørvi, har fakligheit og menning eru í hásæti
-at verða luttakandi í einum stovni í menning

Setanar- og lønarviðurskifti
Setanarstaðið er Alvalon við tænastu í løtuni í Dagstovnin Alvalon. Arbeiðstíðin er millum kl. 07.00 og 17.15 Tey, ið sett verða, mugu tola broytingar í starvinum, og at hetta kann verða umskipað til eisini at fevna um aðrar uppgávur. Setanar- og lønartreytir eru sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Føroya Pedagogfelag.

Umsókn
Skrivlig umsókn við avritum av prógvum, c.v., viðmælum v.m. skal sendast til alvalon@sorvag.fo ella til Alvalon, Kjóadalsvegur 2, FO-380 Sørvágur.

Freist
Umsóknir skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi 1. mai 2018 kl. 12.00.
Nærri upplýsingar um størvini fáast við at venda sær til Claus A. Rasmussen leiðara, tlf 233240
Aftur