TVEIR NÁMSFRØÐINGAR TIL FJALLAFÍPUNA

  • Niðursetta tíð
  • Klaksvík

Talan er um starv á 30 tímar um vikuna ella eftir nærri avtalu. Í okkara námsfrøðiliga arbeiði, leggja vit stóran dent á at arbeiða við menningarætlani, Inklusjón, viðurkennnandi námsfrøði og betri vinir. Í Fjallafípuni verður náttúran brúkt sum ein týðandi partur. Tí er tað altavgerðandi, at tú sært møguleikar og hevur tokka til útilív.

Vit væta at tú, sum søkir starvið:

·        Ert opnin, erlig/ur og fyrikomandi.

·        Megnar at samskipað stovuvirksemið í samstarv við onnur starvsfólk.

·        Hugsar tilvitað um menning fyri tað einstaka barnið

·        Leggur teg eftir at geva barninum ein innihaldsríkan gerandisdag.

·        Ynskir at arbeiða við og eftir teimum málum, ið sett eru fyri stovnin.

 

Størvini verða sett sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelag Føroya (KAF). Hevur tú spurningar, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Niels Juel Arge, leiðara, á telefon 284538 ella umvegis teldupost: fjallafipan@klaksvik.fo

Umsókn: Umsóknir saman við avriti av prógvi, ummæli, cv o.ø. skal vera stovninum í hendi í seinasta lagi 18.oktober kl. 12.00. Send umsóknina til fjallafipan@klaksvik.fo ella í brævi til: Fjallafípan, Undir Brekkuenda 5, 700 Klaksvík. Setnanarsamrøður verða eftir ætlan í viku 43. Starvsbyrjan er 12.november 2019.

Um eingin námsfrøðingur søkir starvi, verður hjálparfólk sett í eitt tíðaravmarka starv.

 

Um Fjallafípuna

Fjallafípan er ein kommunalur dagstovnur við 80 børnum í aldrinum 5 – 7 ár. Fjallafípan er staðsett í „Úti í Grøv“, har viðarlundin, áin, fjøran og hagin eru í nærumhvørvinum. Hesar umstøður eru ein náttúrligur partur av tí námsfrøðiliga arbeiðnum í Fjallafípuni og gevur børnunum góðar og øðrvísi møguleikar fyri stimbran og menning.

To apply for this job email your details to fjallafipan@klaksvik.fo