Tveir námsfrøðingar

Hví vilt tú arbeiða á Dagstovninum á Velbastað?

Tí tú, eins og vit, ert sannførd/ur um at tað eru vit vaksnu, sum hava ábyrgdina fyri at skapa karmarnar fyri menning og trivnaði hjá børnunum og at øll børn hava rætt til at eydnast.

Tí tú, eins og vit, ert sannførd/ur um, at vit hava ábyrgdina av at fara væl við nátturuni og læra børnini at gera tað sama.

Tí tú, eins og vit ert, sannførd/ur um, at eitt felags virðisgrundarlag, er týdningarmikið og neyðugur grundvøllur at byggja sítt virksemi á.

Um okkum:  Dagstovnurin á Velbastað liggur í náttúruvøkrum umhvørvi oman fyri bygdina og er karmur um vøggustovu, barnagarð og frítíðarskúla.

Vit leggja dent á ein grønan hugburð og eitt fjølbroytt og mennandi umhvørvið.

Vit raðfesta fakliga sparring og menning.

Byggja okkara virksemi á: trivnað virðing og menning

Vit hava góðar umstøður bæði inni og úti. Umframt bólkarúmini/stovurnar hava vit millum annað:

  • Stórt felagsrúm við góðum møguleikum til rørslu o.a.
  • Góðar møguleikar til verkstaðsvirksemi, har vit í stóran mun brúka endurnýtlutilfar.
  • Stóran og góðan garð við haga og ymiskum vøkstri, fjølbroyttum lendi, lítlari á, eini vakrari smáttu har til ber at kynda bál, fótbóltsvølli og mangt annað.
  • Hønur, sum stovurnar skiftast um at hava ábyrgd av.
  • Eitt nærumhvørvi við góðum møguleikum til náttúruuplivingar av ymsikum slag.

Tórshavnar kommuna søkir vegna Dagstovnin á Velbastað eftir:

  • Einum námsfrøðingi til vøggustovuna 35 t. um vikuna at byrja 01.01.19 ella eftir avtalu
  • Einum námsfrøðingi til barnagarðsstovu at arbeiða 35-40 tímar um vikuna at byrja 01.01.19 ella eftir avtalu

Um ikki námsfrøðingur verður settur, kann hjálparfólk setast í tíðaravmarkað starv fram 12. juli 2019

Setunarviðurskifti: Starvið verður sett sambært sáttmála millum Føroya pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelag Føroya.

Umsóknir saman við viðmælum, upplýsingum um útbúgving og royndir vera sendar til  torshavn@torshavn.fo seinast 19.12.18. Meir fæst at vita um starvið og stovnin við at venda sær til Gunrid Hansen, stovnsleiðara á tlf 218132/328121 ella umvegis heimasíðuna www.velbarn.fo

 

To apply for this job email your details to torshavn@torshavn.fo