Tveir pedagogar

Einum pedagogi til 30 tíma viku, men um eingin pedagogur søkir verður hjálparfólk sett.
Og eftir einum pedagogi til eitt tíðaravmarkað stuðulstarv, men um eingin pedagogur søkir verður hjálparfólk sett.

Barnahúsið IMBA  lat upp 1. apríl 2012.
Í barnahúsinum IMBA hava vit børn í: vøggustovu, barnagarði, skúlabólki ð og frítíðarskúla.

Vit kunnu bjóða tær:
Eitt pedagogstarv á 30 tíma viku,  frá 01. November 2019. Starvið er í fyrsta umfarið mest  á barnagarðsstovu, sí annars undir Starvsstaður.

Eitt tíðaravmarkað stuðulstarv á 20 tíma viku, frá 01. november 2019 til 30. Juni 2020, báðir dagar íroknaðir.
Starvið er til frítíðarskúlan, so allir dagar liggja seinnapart,  tríggir dagar byrja kl. 11:15.
Sí annars undir Starvsstaður.

Søkt verður eftir starvsfólkið, sum:
Hevur, mildleika, virðing og umsorgan fyri tí einstaka barninum, foreldrum  og starvsfeløgum

er jaligt, tekur ábyrgd og hevur góð samstarvsevnir.

hevur hug og áræði at skapa ein fjølbroyttan, mennandi, tryggan og stuttligan gerandisdag saman við børnunum.
 
er sjálvstøðugt, álítandi, nærverandi  og nærløgd.

sær møguleikar fram um forðingar.

Vit kunnu bjóða:
ein stovn við góðum innandura og uttandura spæliplássi
ein stovn, ið liggur mitt í  náttúruøki, beint millum haga, fjøru og fótbóltsvøll

Setanarviðurskifti:
Lønar- og setanartreytir sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið

Starvsstaður er Barnahúsið IMBA,
tann, ið settur verður, skal  kunna  starvast við øllum børnunum á stovninum, og um stovnurin hevur  tørv á tí, má starvsfólkið kunna flyta ímillum stovurnar

Umsókn við prógvi, og møguligum viðmælum/royndum skal vera okkum í hendi í seinasta lagi mikudagin 18.10. 2019, kl. 10:00

Nærri kunning um starvi fast við at ringja til leiðaran, tlf. 735891

Umsóknin skal sendast til:  t-post: barn@hvannasund.fo

To apply for this job email your details to barn@hvannasund.fo