Vága kommuna søkir eftir námsfrøðingi og avloysarum til Miðgarð

Website Miðgarður

Talan er um námsfrøðing at byrja eina smábarnastovu 1 apríl 2019.

 

Arbeiðstíðin er vanliga millum kl. 7:00 til 17:00.

Lønin er sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og kommunala Arbeiðsgevarafelagið. Námsfrøðingar verða løntir á lønarstigunum 11-21 og hjálparfólk verða lønt á lønarstigunum 2-7.

Miðgarður er ein stovnur við 7 árum á baki. Her eru 9 stovur, 3 vøggustovur, 1 smábarnastova, 3 barnagarðsstovur, ein serstova og 1 stova til tey 6 ára gomlu.

Seks ymisk verkstøð og gott spælipláss er rundan um stovnin, sum er bygdur inn í lendi.

Miðgarður liggur mitt í bygdini, tætt við fjall og fjørðu, viðalund og áir.

 

Vit arbeiða við:

  • At skapa eitt umhvørvi, sum stuðlar undir eini menning og lærutilgongd, og sum tekur støði í barnsins áhuga, undran og forvitni. Hesum leggja vit tað námsfrøðiliga arbeiði tilrættis eftir.

Barnagarðsstovur eru aldursuppdeildar barnagarðsstovur.

Smábarnastova sum fer at byrja 1 Apríl við børnum 2-3 ár.

Vøggustova  við børnum 10 mdr.- 2 ár.

Vit ynskja av tær:

  • At tú skal arbeiða útfrá okkara virðisgrundarlag, okkara viðtikna barnasýn og námsfrøði.
  • At tú hevur góð samstarvsevnir, og ynskir áhaldandi at menna teg yrkisligt, og vera við til at menna stovnin.
  • At tú ert før/førur fyri at arbeiða sjálvstøðugt, tekur ábyrgd og er nærverandi.
  • At tú hevur hug og áræði at skapa ein fjølbroyttan og tryggan gerandisdag við virðing og umsorgan fyri einstaka barninum, foreldrum og starvsfeløgum.

Sí meira á okkara heimasíðum: www.vaga.fo og www.midgardur.fo

Meira fæst at vita um størvini, við at venda sær til Mirjam Kjølbro, Leiðara á tlf. 794520. Umsóknin saman við prógvum, royndum og viðmælum, skal vera Vága kommunu, Hammershaimbsvegur 1, 360 Sandavágur ella vaga@vaga.fo í hendi í seinasta lagið, fríggjadagin, tann 1. marts kl 12:00.

Um námsfrøðingar ikki søkja, verða hjálparfólk sett í fyribils starv.

Merk brævbjálvan ella teldupostin: ”umsókn”

To apply for this job email your details to vaga@vaga.fo