Vilt tú nakað vilt?

  • Fulla tíð
  • Kvívík

Dagstovnurin Áarlon

Kvívíkar kommuna søkir eftir einum námsfrøðingi til frítíðarskúlan og ungdómshúsið Helluna. Starvið er 35 tímar um vikuna.

Vit søkja eftir einum námsfrøðingi, at standa á odda fyri námsfrøðiliga innihaldinum í frítíðarskúlanum og í ungdómshúsinum.

 

Hugsar tú kreativt og droymir um at arbeiða við projektum?

Er nærlagni og nærvera akkurát tú?

Sært tú møguleikarnar í okkara nærumhvørvið?

Elskar tú at vera aktiv/ur og at hanga út?

Vilt tú vera saman við okkum, um alt tað, sum er stuttligt, álvarsamt, spennandi og týdningarmikið?

Brennir tú fyri at geva okkara børnum og ungu ein aktivan og spennandi dag, so geva vit tær møguleikan at gera okkurt vilt, sum tú vilt.

 

Lønar og setanartreytir:

Starvið verða sett frá 1. desember ella eftir nærri avtalu.

Løn- og setanarviðurskifti eru sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelag Føroya.

Um námsfrøðingur ikki søkir, kann hjálparfólk verða sett í tíðaravmarkað starv.

Meira kann fáast at vita um starvið við at ringja til Gunnvá Edvardsdóttir leiðara á telefon tlf. 292412.

Umsókn við prógvum, viðmælum og CV skulu vera stovninum í hendi seinasta lagi 21. oktober 2018 .

 

Dagstovnurin Áarlon

Frammi í Forna 1

340 Kvívík

stovnur@kvivik.fo

To apply for this job email your details to stovnur@kvivik.fo